Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tos, roks og orðafloymar? Ella ektaðar og viðkomandi samrøður? Er tað nakar, ið tímir at lurta?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  13.06.2020 - 00:28 Bloggur Mentan

Vit, sum eru blivin eitt sindur tilkomin, halda stundum, at tað bleiv ov lítið tosað, tá vit vóru ung. Víst var nógvur slatur, mangar søgur, mong hugnalig prát og tímavís av túnatosi. Men samstundis so bleiv tætt lok lagt á mangt, ið kanska átti at verið umrøtt og viðgjørt. Sorgarleikir, gølur og ávísar hendingar blivu tagdar burtur, og hava kanska lagt djúpar sálarligar smeitir eftir seg?

Onkrir av mínum javnaldrum hava lyndi til at venda ábreiðslum móti farnum ættarliðum, tí tey tagdu og ikki vildu tosa um hendingar, ið kanska hava undrað og tyngt tey, sum hava upplivað hesar. Men í staðin fyri at tosa um slík mál, so valdu tey heldur at tosa um veður, kríatúr, fisk, gamlar dagar ella Várharra.

Eg haldi ikki, at vit eiga at leggja teimum gomlu tað til last, at tey lótu skelkandi hendingar fara afturvið borðinum í tøgn, tí tey vóru í veruleikanum ovbyrjað av skakandi hendingum. Bygdir mistu allar arbeiðsføru menninar í bátsvanlukkum, konur í besta aldri doyðu frá húsi fullum av børnum, og somuleiðis pápar í besta blóma. Helvtin av børnunum doyðu, áðrenn tey komu til. Skip gingu burtur. Fólk, sum livdu frá hondini í munnin, vórðu støðugt hótt av veðurlagsbroytingum, ið ávirkaðu grøðina og veiðuna.

Tey høvdu ikki bara deyðan í durunum, men tey høvdu eisini neyðina í durunum hvønn dag! Og tað var helst tí, at tey valdu at liva víðari í tøgn, eins og onki var hent, hóast hjartað onkuntíð man hava verið um at skrædna og allar tárakeldur blivu tømdar í tí dulda. Tey orkaðu ikki at dvølja við tað ringa og tað dapra; tey noyddust bara at krøkja seg í vónina fyri at yvirliva. Og tað er sum kunnugt soleiðis, at vanlukkur og sorgarleikir verða ikki javnt fordeild – heldur tvørturímóti!

Varð ov lítið tosað í gomlum døgum, so trýtur ikki tos í dag.  Nú skal alt vendast, vit halda fundir í tíð og ótíð, og tað er ongin endi á orðaskiftum um øll møgulig evnir – eisini evnir, sum vóru tabu fyri fáum árum síðani. Og væl er, at so er! Heldur tosa ov nógv enn ov lítið, samstundis sum vit eiga at royna at megna kynstrið at duga at tiga, tá tað er neyðugt, og at tosa, tá tað er rætt. Tí fólk, sum altíð halda seg hava rætt til at siga sannleikan, kosta hvat tað kosta vil, kunnu vera rættiliga køld, eirindaleys og enntá samfelagsskaðilig!

Í eini sending hjá Degi og Viku herfyri fingu vit at vita, at tey ungu í Føroyum trívast ikki væl sálarliga samanborin við grannalondini, meðan so hvørt føroyingar eldast, so gerst trivnaðurin betur. Út frá hesum kundi ein komi til ta niðurstøðu, at tað verður ov lítið tosað, ov lítið snakkað um tingini, við og millum tey ungu.

Men eg eri bangin fyri, at tað er ikki bara snakk og tos, ið trýtur, heldur er tað tað, at vit lurta ov lítið! Tí tøgnin, og tað at lurta, veruliga at geva sær stundir til at lurta, tað er ein sera tíðandi partur av einari og hvørjari samtalu.  Einvegis orðafloymur loysir ongar trupuleikar – tað at lurta letur dyrnar up til heimsins loyndardómar, og tað at lurta loysir gátur og lekir sálir.

Mammubeiggi mín Ellintur Matras plagdi at tosa um fólk, sum bara høvdu ”sendara”, um fólk ið bara ynsktu at hoyra sína egnu rødd, og sum als ikki tímdu at lurta eftir øðrum. Tíverri finnast alt ov mong av hesum slagnum, og tey eru ein høvuðsrót til mistrivnað og konfrontatión, eisini millum tey ungu.

Orsøkirnar til at tey yngru ikki trívast so væl eru helst mangar. Millum teirra er óivað eisini tann stóri stættarmunurin í inntøkum, sum valdar í Føroyum. Øll vilja hava, og øll vilja vera best, men tað kostar at fylgja við, og tað eru ikki øll, ið kunnu tað! Í føroyskum átrúnaði er ivin ein synd, heldur enn ein guðgivin trygdarventilur, og eisini tað kann elva til ótta og rumbul í ungum sálum í menning. Og tað at tiga og krógva seg fyri friðs skyld, er somuleiðis ein snara í føroyska samfelagnum.

Føroyski gerandisdagurin er fyri risastórum broytingum í hesum døgum. Vit, sum ikki búgva fast í Føroyum, síggja tað kanska betur enn tey fastbúgvandi. Og fyri teimum ungu mann tað stundum kennast, eins og tey støðugt ferðast á svartakálki á leiðini millum tað siðbundna og tað nýggja.

Vit kunnu halda fundir um mangt og hvat, vit kunnu viðgera lik og ólík evnir, vit kunnu venda øllum tabu-evnum, men tað batar alt onki, um vit ikki eisini samstundis læra at LURTA. Tí at geva sær stundir til at lurta, er fortreytin fyri trivnaði og framgongd! Tað batar ikki bara at tendra ”sendaran”, sum Ellintur Matras plagdi at siga, vit mugu eisini tendra ”móttakaran”, annars er samtalan fyri ongum!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør