Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann 3-0 í linligum dysti

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.06.2020 - 17:17 Ítrottur Tíðindi

KÍ skoraði uppá nakrar deyðbóltar tíðliga í dystinum, og so var dysturin avgjørdur í góðari tíð.

KÍ var uttan Odmar Færø, meðan Ísak Simonsen byrjaði á bonkinum. Annars var tað sterkasta liðið hjá KÍ í fyrra hálvleiki. KÍ kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Fyrra málið uppá eina hornasparksstøðu og tað seinna eftir eitt mistak í uppspælinum hjá Skála stutt frá egnum máli. Í hálvleikinum tók KÍ tveir av sínum lyklaleikarum út. Stutt eftir hálvleik økti innskifti Páll A. Klttskarð til 3-0 eftir hornasparksstøðu. Eftir hetta hendi ikki stórvegis og nærmast við var kanska Skála, sum hevði onkrar vandamiklar støður, tá dysturin var avgjørdur. Talan var um linligan dyst, har vit sjáldan sóu tey vælspældu álopini. Hetta var eisini síðsti dysturin av trimum uppá eina góða viku, og tað hevur helst, saman við nakað av vindi, havt sína ávirkan á, at tað var trupult hjá KÍ at fáa spælið at koyra við nóg góðari dygd.

KÍ kom við sigrinum uppá 20 stig fyri fyrsta triðingin. 18 av teimum eru komin móti teimum seks niðastu liðunum, meðan tvey eru komin við teimum trimum kappingarneytunum í FM-stríðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…