Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðardagur Grønlands - eisini í Kuummiut

SKRIVAÐ: Tordur Niclasen  |  23.06.2020 - 10:59 Lesarabrøv Mentan

21. juni var Tjóðardagur Grønlands og varð hesin  hildin kring alt landið. Eisini í Kuummiut í Eysturgrønlandi.

Hátíðarhaldið byrjaði kl.8.00, tá kirkjukórið framførdi nakrar sangir/sálmar á kirkjutrappuni. Fitt av fólki vóru møtt og segði bygdaráðsformaðurin nøkur orð. Eftir løtuna hugnaðu fólk sær í túninum har ”borðreitt” var við kaffi og smákøkum – og okkurt leksiligt til børnini.

Gudstænastan byrjaði kl. 10.00, har kirkjukórið eisini luttók við yndisligum sálamsangi. Tá løtan í kirkjuni var av, gekk leiðin út á kirkjugarðin, har avvarðandi mintust sínu kæru, ið farin vóru. Hetta var ein serstøk løta, hugvekjandi og ikki sørt rørandi. Kirkjukórið sang nakrar sangir, ið allir vóru til minnis um tey, ið farin vóru – á sógvi ella landi. Tey, ið ongantíð bóru boð í bý.

Seinrapartin savnaðist fólkið niðanvert í bygdini. Sótu í bólkum í grasinum og fingu sær ein betri bita. Har var alskyns gott at fáa.Turrur fiskur,kópur og náhvalur. Spik av kópi og náhvali. Roykt lambskjøt,sum búsitandi íslendagar høvdu fingið til vega. Ì grýtunum var kókað síl. Kaffi og køkur og so sjálvandi leskidrykkir til børnini, sum eisini hugnaðu sær óført við spæli og luttøku í ymsiksum kappingum. Hetta helt á til seint á kvøldi.

Ein væleydnaður dagur hildin í góðveðrinum, sum nú loksins ger vart við seg her í Eysturgrønlandi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil