Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leiðslan í Eik Bank Danmark fríkend í Hægstarætti

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.06.2020 - 11:04 Tíðindi Vinna

Hægstarættardómurin er greiður: Onki hald er í skuldsetingunum hjá Fíggjarligum Støðufesti móti leiðsluni í Eik Bank Danmark.

Fíggjarligt støðufesti stevndi nevnd og stjórn í Eik Bank Danmark, herundir nevndarformanninum Marneri Jacobsen, eftir 250 mió. kr. í endurgjaldi fyri tap í Eik Bank Danmark, tá hesin var kollrendur í september 2010.

 

Eitt høvuðsuppáhald hjá Fíggjarligum Støðufesti var, at viðurskiftini í Eik Bank Danmark vóru skilaleys. Fyrst Eystari Landsrættur, og nú eisini Hægstirættur, afturvísir hesum uppáhaldinum. Hægstirættur sigur m.a. soleiðis: “Højesteret finder det ikke godtgjort, at der i banken har været generelt uforsvarlige forhold ...”.

 

Hægstarættardómurin viðgerð og tekur støðu til tvey ítøkilig lánsmál, Sydporten og Schaumann Properties.

 

Sydporten var ein skrivstovubygningur í Sydhavnen í Keypmannahavn, sum Eik Bank Danmark saman við Eik Banka í Føroyum, BRF Kredit og Kaupthing Luxembourg fíggjaði. Bygningurin var teknaður av kenda arkitektafelagnum Henning Larsens Tegnestue. Byggingin fór fram undir eftirliti av Cowi Consult, og stóra týska entreprenørfyritøkan Züblin stóð fyri sjálvari byggingini í høvuðsentreprisu. Sjálv byggingin gekk í tí stóra og heila sum ætlað, men kostnaðurin gjørdist hægri m.a. vegna hægri rentuútreiðslur, eins og tað vísti seg trupult at fáa leigarar undir fíggjarkreppuni.

 

Fíggjarligt Støðufesti pástóð, at tað var óforsvarligt av Eik Bank Danmark at luttaka í Sydporten verkætlanini.

 

Kringvarpið gjørdi nógv burturúr, at eigarin av Sydporten fyrr var dømdur fyri rúsevnissmugling. Sjónarmiðið hjá Kringvarpinum var (og er?) væl saktans, at ein persónur sum er dømdur, eigur ikki at hava møguleika at fáa fígging aftaná. Hesum vísti fyrst Eystari Landsrættur aftur, og Hægstirættur sigur m.a. soleiðis: “Højesteret tiltræder af de grunde, som landsretten har anført, at bankens kendskab til, at S i begyndelsen af 1980’erne blev dømt for hashsmugling, ikke i sig selv indebærer, at det var uforsvarligt at bevilge lån til S-koncernen.

 

Hægstirættur sigur annars soleiðis í síni niðurstøðu: “Bevillingen af lån til Sydporten er sket på grundlag af kreditindstillinger, som indeholder bl.a. oplysninger om formålet med lånet, låntagers økonomiske forhold, den stillede sikkerhed og koncernens evne til at drive virksomhed. Højesteret finder ikke grundlag for at tilsidesætte bankens ledelses forretningsmæssige skøn vedrørende bevillingen af dette lån. Højesteret tiltræder derfor, at ledelsesmedlemmerne ikke har handlet ansvarspådragende ved at bevilge lånet.”

 

Hitt málið, Schaumann Properties, snúði seg um eina fastogn sum Eik Bank Danmark hevði fíggjað í Ringsted, sum er í ein útsynning frá Keypmannahavn. Leigarin til ognina fór konkurs undir fíggjarkreppuni, og tað var trupult at leiga út aftur til sama endamál (køkar). Tí var neyðugt at fáa broytt lokalætlanina fyri økið, soleiðis at fastognin kundi brúkast til annað endamál, eins og tað var neyðugt at fáa leigarar til hølini. Alternativið var, at fastognin fór á tvingsilssølu. Harvið kundi Eik bank Danmark fingið eitt tap uppá tíggjutals milliónir krónur.

 

Til tess at umganga eitt tap uppá hesa fastognina, gjørdi Eik Bank Danmark eina avtalu við Schaumann Properties, sum hevði ekspertisu til júst slíkar umleggingar og útleigan. Mótveitingin til Schaumann var, at Eik Bank Danmark fíggjaði ein part av eini fastogn hjá Schaumann í Birkerød, norðan fyri Keypmannahavn. Tríggir fjórðingar av hesi fastognini var leigað út til Beredskabsstyrelsen, sum er undir danska statinum og harvið er ein sera tryggur leigari. Hartil kom at Schaumann, sum hevði eina eginogn omanfyri 1 milliard krónur, kautioneraði. Leiðslan í Eik Bank Danmark metti tí, at tað var ein fyrimunur fyri bankan at veita nevnda lán til fastognina í Birkerød, til tess at umganga tap uppá fastognina í Ringsted.

 

Tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik Bank Danmark, gjørdu teir av at selja fastognirnar í ringastu krepputíð, við tapi fyri bankan til fylgju.

 

Schaumann hevði annars nógv bankasambond; eitt bankasamband ynskti at gera eina akkord, og Schaumann innfríðaði tí lánini. Allir hinir bankarnir fingu hvørja krónu av sínum lánum, uttan Fíggjarligt Støðufesti; teir ynsktu at realisera ognirnar sjálvir og úrslitið var har eftir.

 

Fíggjarligt Støðufesti helt uppá, at lánið til fastognina í Birkerød var ábyrgdarleyst, og at leiðslan í Eik Bank Danmark skuldi hefta persónliga fyri tapið.

 

Hægstirættur sigur stutt og greitt í síni niðurstøðu:

Bevillingen er sket på grundlag af en kreditindstilling, som indeholder oplysninger om bl.a. formålet med lånet, låntagers økonomiske forhold, den stillede sikkerhed og koncernens evne til at drive virksomhed. Højesteret finder ikke grundlag for at tilsidesætte bankens ledelses forretningsmæssige skøn vedrørende bevillingen af dette engagement, herunder ledelsens vurdering af, at lånet var egnet til at afværge eller formindske risikoen for tab på engagementet med Stones Invest, og at risikoen for, at banken ville lide et større tab, ud fra en samlet vurdering var forsvarlig. Højesteret finder endvidere ikke grundlag for at tilsidesætte bankens ledelses vurdering af, at banken havde tilstrækkelige oplysninger om ejendommen på X-vej, således at der ikke var behov for en ekstern vurdering heraf.”

 

Í hægstarætti eru 5 dómarar. Dómurin í Eik Bank Danmark málinum er endaligur.

 


 

Roknskapirnir hjá Eik vóru rættir

Eitt høvuðsuppáhald hjá Fíggjarligum Støðufesti var, at roknskapirnir hjá Eik frá 2005 til ov við 2010 vóru skeivir og misvísandi.

Fíggjarligt Støðufesti kærdi Deloitte fyri Revisornævnet í sambandi við roknskapin hjá Eik Bank Danmark fyri 1. ársfjórðing 2010. Revisornævnet fríkendi Deloitte. Grannskoðararnir hjá Deloitte hava eisini vitna í Eystara Landsrætti í Eik Bank Danmark málinum, har teir hava váttað at niðurskrivingarnar í bankanum vóru rættvísandi og at gott skil var í á kredittøkinum.

Tveir ríkisgóðkendir grannskoðarar vóru av Eystara Landsrætti útpeikaðir at gera “syn og skøn” av grannskoðaraarbeiðinum hjá Nota. Niðurstøðan hjá teimum var, at “Skønsmændene har imidlertid ikke i nogen af de fire gennemgåede engagementer fundet grundlag for at vurdere, at der burde have været foretaget (yderligere) nedskrivninger ...”, og niðurstøðan hjá Eystara Landsrætti er tí eins greið: “Det er […] ikke godtgjort, at banken burde have nedskrevet eller foretaget yderligere solvensreservationer som anført af Finansiel Stabilitet”.

Eftir hetta slepti Fíggjarligt Støðufesti stevningini móti føroyska grannskoðaranum, Nota og Hans Laksá, og tryggingarnar viðurkendu eftir hetta, at roknskapirnir vóru rættvísandi og tóku tí við vegna tey stevndu. Áðrenn hetta, høvdu tryggingarnar, AIG og Tryggingarfelagið Føroyar, avvíst dekning til teir stevndu fyri endurgjald, vísandi til, at roknskapirnir sambært Fíggjarligum Støðufesti vóru misvísandi og tryggingarnar tískil vóru teknaðar undir skeivum fortreytum.

Sostatt er ongin orsøk til at halda, at roknskapirnir hjá Eik vóru skeivir ella misvísandi árini 2005 til og við fyrsta hálvár 2010, sum var seinasti almenni roknskapurin hjá gamla Eik samtakinum. Áhugaverdi spurningurin er so, hvørt grundarlag var fyri at koppa bankanum í september 2010?

Í tí sambandi er vert at geva gætur, at Jørn Astrup Hansen seinast í August 2010, beint eftir at Jóannes Ejdesgaard hevði vitjað Fíggjareftirlitið, Fíggjarligt Støðufesti, og Búskapar- og Vinnumálaráðið, av sínum eintingum vendi sær til Fíggjareftirlitið við upplýsingum sum loyptu skelk á Fíggjareftirlitið, jb. bókina “Astrup”. Eitt høvuðsuppáhald hjá Jørn Astrup Hansen var, at Eik Banki hevði yvirtikið Kaupthing Føroyar, enntá uttan at “hyggja neyvt at innihaldinum”, og at Eik tí hevði keypt “eitt skip í havsneyð”. Hesir og aðrir upplýsingar frá Astrup vóru blóðskeivir, og tað fekk tað álvarsligar avleiðingar fyri Eik og føroyska samfelagið.

 


 

Astrup hevði sentralan leiklut

Ein stevning var nýggjársheilsanin frá Finansiel Stabilitet til leiðsluna í gamla Eik Bank Danmark. Frammanundan hevði danski advokaturin, Carsten Fode, gjørt eina advokatkanning fyri Finansiel Stabilitet, har hann kom til ta niðurstøðu, at roknskapirnir hjá Eik Bank Danmark øll árini síðani 2005 høvdu verið skeivir, og at stórt sæð alt annað var galið í bankanum.

 

Advokatkanningin fyrilá 23. juni 2011, og 29. desember 2011 stevndi sami advokatur vegna Finansiel Stabilitet, uttan at hendan lukrativa uppgáva varð sett í útboð, soleiðis sum almennu reglurnar hjá danska státinum fyriskriva, og uttan at Finansiel Stabilitet hevði biðið eitt annað advokatfelag kannað, hvørt nakað hald var í grovu ákærunum hjá Carsten Fode. Hetta átti annars at verið ein sjálvfylgja, áðrenn ein fer undir eitt sakarmál sum bæði er dýrt, og sera tyngjandi fyri tey stevndu.

 

Nú, 9 ár seinni, kom so rokningin:

Fíggjarligt Støðufesti skal rinda í alt 60,356.822,46 kr. umframt processrentur á uml. 4,5 mió. kr., í alt slakar 65 mió. kr. Hartil kemur rokningin hjá Fíggjarligum støðufesti til egnar advokatar, sum helst ikki er lægri enn nevnda upphædd.

 

Sambært bókini “Astrup” var tað ongin annar enn Jørn Astrup Hansen, sum setti skriðulopið í gongd, sum førdi til at Fíggjareftirlitið kvetti høvdið av Eik í einum sera margháttligum leiki í september 2010. Ikki bert setti Astrup eld í við skeivum upplýsingum til Fíggjareftirlitið.

 

Seinri var Astrup sjálvur settur til at realisera virðini í Eik Banka, sum hann sjálvur hevði fráboðað Fíggjareftirlitinum ikki høvdu nakað virði. Úrslitið kenna vit.

 

Tað er eisini vert at hava í mentu at umboðið hjá fíggjarligu Støðufesti sum sambært egnari bók eisini ageraði sum “Wistelblower” og umboð fyri danska Fíggjarliga Støðufesti,  stjórnaði fjølmiðlaumrøðuni í flestu høvuðstaðarmiðlunum írokna KVF. Trægrirnir hjá kenda danska bankamanninum rukku gjøgnum redaktiónina í KVF beinleiðis inn í størsta danska miðlahúsi DR og settu harvið eisini tónan ann í umrøðuni í øðrum donskum miðlum.

 

Í hesum umfatandi málinum, sum í heili nýggju ár hava verið til viðgerar í donsku rættarskipanini, tykist sum um fjølmiðlar hava virka sum longdi armurin hjá einum eftirliti/ákæruvaldi ið hevur bygt sína niðurstøður á ivasamt ella skeivt grundarlag.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið í k…
Svimjihylu­rin er umvældur
Føroya elsti bátur á veg heimaftur 
Firum flytur til Hósvíkar
KÍ misti sigurin í yvirtíðini
KÍ misti tvey stig
Mánadagin 19. er síðsta freist at boða f…
62°N og Eventz Føroyar í spennandi sams…
Almenn áheitan á Føroya Løgting: Haldi…
Upptakt: HB-KÍ
Húsarhalds­skúlin við flagtaki
Niclas: KÍ hevur verið sannfør­andi fyrst…
Lokalur leikari gjørt nýggjan sáttmála v…
Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikar…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…