Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vildu niðurlagað heilsufrøðiligu kanningarstovuna áðrenn korona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2020 - 15:23 Leiðarin Politikkur

Privata kanningarstovan Thetis bað Fíggjarnevnd Løgtingsins um at niðurlagað og skerja kanningarorkuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni stutt undan korona farsóttin tók seg upp.

Hetta sæst í skrivið, sum nevndarformaðurin Regin W. Dalsgaard sendi fíggjarnevndini 12. December 2019, vegna privatu kanningarstovuna.

Har heitir Regin W. Dalsgaard á fíggjarnevndina um at minka játtanina til kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, so Thetis kann standa seg betur í kapping við kanningarstovuna.

Hann skrivar, at samgonguskjalið leggur upp til, at privata vinnan fær møguleika at bjóða uppá almennar tænastuveitingar, har tað verður mett skynsamt og til fyrimuns fyri brúkaran.

Síðani vísir Regin á, at Thetis longu hevur vunnið fleiri uppgávur, og tí má Heilsufrøðiliga Starvsstovan  niðurlagast, so privata virksemið hjá Thetis kann vaksa uppaftur meiri.

Umframt Regin W. Dalsgaard sita Christian Andreasen og Niels Mortensen í nevndini hjá Thetis.

Fíggjarnevndin gekk ikki umbønini á møti tá.

Tí var tann vanligi kapasiteturin tøkur, tá boð vóru eftir kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í stríðnum móti korona tríggjar mánar seinni.

Føroyar og almenna kanningarstovan fingu nógva rósandi umtalu í altjóða fjølmiðlum fyri at skipa heimsins mest umfatandi koronukanningar í ein fart.

Fyri góðari viku vildi landsstýrið skipa fyri koronakanningum av øllum komandi ferðafólkum, tí tey vildu sleppa frá reglum um sóttarhald, tá Danmark fór at lata upp mørkini millum Føroyar og Europa.

Arbeiðið var ikki boðið alment út, og landsstýrið spurdi heldur ikki Heilsufrøðliga Starvsstovuna, um vit kundu førleikamenna og víðka kanningarkapasitetin í Føroyum, so hann hóskaði til nýggju avbjóðingina.  Sambært Debes Christiansen, leiðara á kanningarstovuni, kundi tað verið gjørt fyri eina millión krónur.

Í staðin mælti meirilutin í fíggjarnevndini løgtinginum til, at lata privatu fyritøkurnar Thetis og Amplexa standa fyri tvungnu koronakanningum av øllum ferðafólkum, sum koma til Føroyar.

Fyrstu tvær vikurnar rindar løgtingið fýra milliónir krónr fyri kanningarnar, og síðani skal hvør ferðandi sjálvur rinda 390 krónur fyri hvørja kanning.

Løgtingsmaðurin Christian Andreasen situr í nevndini hjá Thetis, sum skrivaði brævið til fíggjarnevndina í december, og løgtingsmaðurin Johan Dahl er formaður í nevndini í Amplexa og eigur sjálvur 9% av fyritøkuni.

Teir atkvøddu báðir fyri uppskotinum í løgtinginum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum