Lýsing
Lýsing
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Christian F. Andreasen úr Fólkaflokkinum hava rættiliga verið í andglettinum í seinastuni. Tað vera teir aftur í morgin, tá teir hava ein lyklaleiklut í øðrum, møguliga báðum, uppskotinum til broytingar í fiskivinnulóggávuni

Menningarkvotur í søguna og 50% skattur á rættindasølu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2020 - 21:59 Leiðarin Politikkur Vinna

Loksins koma fylgibroytingarnar av lógini um Sjófeingi til viðgerð á Løgtingi, eitt hálvt ár eftir at sjálv lógin varð samtykt. Tað verður gjørt í tveimum, annað álitið frá Fíggjarnevndini og hitt frá Vinnunevndini. Serliga Johan Dahl var frammi í desember og segði seg taka undir við sjófeingislógini við fyrivarni. Fyrivarnið var, at nakrar broytingar skuldu gerast í sjálvari lógini og eisini í lógini um skatting av rættindum.

Uppskotini hava verið nógv merkt av taktikki. Johan Dahl og Christian Andreasen hava verið mótvektin úr miðstaðarøkinum og sunnanfjørðs, sum hava ligið meira upp at gomlu lógini um sjófeingi, har Johan Dahl hevur verið forsprákari fyri at minka útlendska ognarlutin niður á null eftir 12 árum, eins og fyri at krevja rættiliga høgan skatt fyri at avhenda fiskirættindi. Og skatturin verður eisini hægri enn upprunaliga mett, er líkt til.

Óndar tungur vilja vera við, at sjálvt Coronakanningarnar eru ávirkaðar av sjófeingisuppskotinum. Teir báðir tingmenninir eru rættiliga komnir í andglettin av, at tað eru fyritøkur, har teir eru lyklapersónar, ið skulu standa fyri kravdum Coronakanningum á flogvøllinum og á kaiini í Tórshavn, ið eisini sleppa at krevja 390 krónur inn frá hvørjum kannaðum føroyingi. Róð verður fram undir, at hetta er liður í einum rossahandli, ið skal fáa teir at taka undir við sjófeingislógini.

Hvussu er og ikki, so er ætlanin um at skatta avhendan av loyvum við 35% partvíst broytt, soleiðis at nú kunnu einans privatpersónar sleppa við 35%, meðan fyritøkur skulu gjalda 50% í skatti. Skattaprosentið hevur eitt “dupult sikti”, og skal finna eina javnvág ímillum at fyribyrgja spekulatión og at stimbra dynamikk, við tað at trýstið heldur ikki skal vera so høgt, at ongin vil handla við loyvum.

Í málinum um broyting av sjófeingislógini, har tað eftir øllum at døma verður minnilutaálitið, ið verður samtykt, er onki óvæntað. Menningarkvoturnar fara í søguna, tó so, at talan framyvir verður um royndarkvotur. Her eru tað serliga viðmerkingarnar hjá meirilutanum í nevndini, ið leypa í eyguni, tí andstøðuumboðini í Vinnunevndini tala við stórum bókstavum og heita á Løgtingið um at fella uppskotið. Meirilutin harmast um, at menningarkvoturnar fáa mønustingin, men hetta hevur ligið í kortunum leingi.

Til uppskotið um skatting av endaligari avhendan av fiskirættindum eru andstøðuumboðini enn meira harðmælt. Í báðum førum verður ikki bert heitt á Løgtingið um at fella uppskotið, men á uppskotsstillararnar, landsstýrismenninar í fíggjarmálum og fiskivinnumálum, ávikavist Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard, um at taka uppskotini aftur. Samgongan skrivar hinvegin í álitinum, at tað nærmast er eitt bragd loksins at hava fingið skattlagt endaliga avhendan av fiskirættindum. Ikki óvæntað eru andstøða og samgonga sostatt sera langt frá hvørjum øðrum.

Greitt er nú, at Kristin Michelsen fer at atkvøða saman við samgonguni í í øllum førum øðrum málinum, ið er málið um skatting av avhendan. Helst atkvøðir hann saman við samgonguni í báðum førum.

Minnilutaálitið í Vinnunevndini eiga Johan Dahl, Christian Andreasen og Beinir Johannesen, meðan andstøðuumboðini Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer, Henrik Old og Bjarni Petersen eiga meirilutaálitið. Her hjálpir tað tó neyvan at vera meiriluti, tí samgongan fer uttan iva at samtykkja minnilutaálitið. Í fíggjarnevndini hevur samgongan meirilutan saman við Kristini Michelsen, og har eru tað hann, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Bill Justinussen, ið manna meirilutan, meðan Aksel Johannesen, Ruth Vang og Kristina Háfoss eru í minniluta.

Løgtingsfundurin byrjar í morgin kl. 13

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald