Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kaj Leo hugsar um tey sjúku – í Hollandi

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  29.06.2020 - 05:17 Lesarabrøv Politikkur

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur í tinginum hálvgum hartað samstarvsfelagan í Heilsumálaráðnum, tí tingið mátti samtykkja eina eykajáttan, sum ásetur, at Heilsutrygd má fáa 13,8 milliónir afturat at rinda stuðul til heilivág og læknahjálp.

Hesir gløggu landsstýrismenninir høvdu funnið nakrar orsøkir:

“Ein orsøk til tað er, at útreiðslurnar eru nógv hækkaðar, av tí at fólkatalið er nógv vaksið, samstundis sum at vit hava fingið fleiri kommunulæknar, og tað førir eisini fleiri útreiðslur við sær.”

Men skil mátti fáast á hesi meirnýtsluni, helt Jørgen.

Einaferð var Trælanípan nýtt til endamálið – men tað hevði neyvan verið hóskiligt í 2020, tó tað hevði borið til.

Onkur advokatur hevði ivaleyst fingist at seta á stovn partafelag til endamálið. Ongantíð betri, um onkur samgongulimur átti í felagnum. Gjaldið fyri hvønn “trælin” kundi verið kr. 390,-, men tað hevði helst munað ov lítið, so ivaleyst skuldi tað verið væl hægri – kanska kr. 3900,-.

Fíggjarmálaráðharrin vildi vera við, at loysnin at fáa betri javnvág í raksturin hjá Heilsutrygd er sera einføld.

Antin mátti inngjaldið frá fólki til Heilsutrygd hækkast, ella mátti Heilsutrygd lækka stuðulin til heilivág og læknaviðgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen váttar, at hann er í ferð við at kanna, hvussu tað ber til at tálma tí stóra útreiðsluvøkstrinum hjá Heilsutrygd.

Landsstýrismonnunum kom ikki til hugs, at ein møguleiki hevði verið at givið útlendskum kapitaláhugamálum lægri profitt, nú veiðirættindini til okkara fiskatilfeingi endaliga vórðu lutað út til nakrar fáar fyritøkur – eitt nú eiga hollendarar í onkrum teirra.

13,8 milliónir er eingin risaupphædd, tá ið hugsað verður um, at ein milliard er 1000 milliónir.

Men kanska hugsar Kaj Leo sum so, at hesar fyritøkur gjalda skatt í Hollandi, sum so kemur teimum gomlu í Hollandi til góðar.

Men er maðurin ikki valdur at dugna føroyingum, sum av sjúku ella elli hava brúk fyri heilivági og læknahjálp?

Ella havi eg misskilt okkurt?

 

Árni Dahl

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing