Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bátastevna í Klaksvík 7., 8. og 9. august

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.06.2020 - 14:24 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Anskar Hansen, málarameistari hevur verið undangongumaður fyri at fáa eitt sokallað "bátatreff" í Klaksvík, hóast Summarfestiválurin í Klaksvík 2020 er avlýstur.

Anskar Hansen sigur við Norðlýsið, at hann nú í longri tíð hevur væntað at Summarfestiválurin 2020 fór at vera avlýstur, tí hevur hann arbeitt við hugskotinum um at hava "bátatreffið" ið plagar at vera á summarfestiválinum, hóast ongin Summarfestiválur verður.

Eg havi fingið øll loyvir upp á pláss, sigur Anskar. Loyvi er komið frá millum øðrum Klaksvíkar Kommunu, Klaksvíkar Havn og Koronaráðgevingini.

Tað verður Norðoya Kunningarstova, ið kemur at taka sær av samskipanini saman við Norðoya Bjargingarfelag og avlop av "bátatreffinum" fer beinleiðis til Norðoya Bjargingarfelag.

Eg og kona mín hava luttikið á nógvum bátastevnum, og vit hava hildið, at man saktans kann skipa fyri einum "bátatreffi" her í Klaksvík hóast ongin Summarfestivalur er í ár. Umstøðurnar her eru sera góðar og við á "treffinum" arbeiða vit við at skipa fyri einum "syngið við" tiltaki og eitt nú  einum grill-tiltaki, men tað fara vit at koyra meira út um seinni. 

Ein samskipanarfundur verður seinni í dag, har teir felagsskapir, ið eru vanir at skipa hetta tiltakið á Summarfestiválinum allir vera við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl