Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð - Osmund Berg

SKRIVAÐ: GíB  |  02.07.2020 - 12:34 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Leygardagin 26. Juni andaðist Osmund Berg 75 ára gamal.

Osmund var giftur við Tórhild f. Johannesen úr Skopun, saman fingu tey børnini Sunrid og Jónsvein. Tey vóru ímillum tey fyrstu, sum bygdu í Gerðinum. Húsini hava altíð verið vælhildin. Nú Osmund andaðist, sera kanpuliga, var hann í fer við at mála húsini aftur, tí tað gekk hann høgt upp í.

Osmund var ættaður úr Oyndarfirði, foreldrini vóru Meinhard Berg og Jóhanna, ættað úr Skopun.

Hann tosaði mangan um tíðina sum barn og ungdómur í heimbygdini, sjólívið sum heilt ungur, heimaútróður, pápin átti bát, alt hetta var Osmund partur av.

Osmund lærdi til snikkara og var hann góður til fakið, hann arbeiddi innan hetta handverk á fleiri snikkara verkstøðum í Tórshavn.

Eisini var Osmund fakfelagsmaður um ein háls, fyrst í Handverkarafelagnum, men mest er hann kendur sum formaður í Skopunar Arbeiðsmannafelag, har hann virkaði sum formaður í nógv ár.

Osmund hevur starvast á flakavirkinum í Skopun í nógv ár, hann var ein sera góður brínari, hetta starvið røkti hann til fulnar, líka til nú hann andaðist.

Nú vit gera ymiskar ábøtur og nýgerð á flakavirkinum, møttust vit hvønn dag og tosaðu um ymiskt, tí flakavirkið stóð okkum báðum nær. Osmund var ein maður, sum visti nógv at siga frá, oftast var tað frá barnaárunum og ungdómsárunum, tá var altíð áhugavert at lurta eftir honum. Innan fakfelagsrørsluna var hann ein, sum skaraði framúr, ofta varð hon mælskur tá ymisk mál vóru uppi at venda.

Osmund var tjóveldismaður um ein háls og vóru meiningarnar avgjørdar, so í politikki vóru vit ikki samdir, men tað gjørdi einki okkara millum.

Osmund sat í nevndini hjá Sólaris, tá virkið varð endurreist í 1997, har arbeiðsmannafeløgini høvdu sína avgjørdu ávirkan saman við øðrum sum keyptu og settu pening í.

Eg kom at kenna Osmund sera væl, tá vit vóru valdir í kommununa í novembur 1984.

1. Januar í 1985 tóku vit við, Osmund varð valdur borgarstjóri, eg sjálvur varaborgarstjóri, hinir vóru Herman, Meinhard og John.

Osmund sat hetta skeiðið, men valdi ikki at stilla upp aftur.

Sum eg nevndi, var mamma Osmund ættað úr Skopun. Jóhanna var dóttir til Turid og Kristian Olvit, hann var úr Skopun.

Turid var dóttir Rasmus í Horni, av Sandi og Jóhannu, nevnd íslandskonan. Mamma mín æt eisini Jóhanna. Mammur okkara vóru systkinnabørn og báðar itu eftir Íslandskonuni, sum var ættað av Karlskála í Íslandi.

Jú, ein bygdarmynd hevur lagt árarnar inn og ein sera aktivur maður.

Má Harrin signa tykkum, sum eftir sita, Torhild, Sunrid, Jónsvein og abbabørn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…