Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gloym okkum ikki heilt

SKRIVAÐ: Andras Róin, stjóri Bústaðir  |  06.07.2020 - 15:22 Tíðindaskriv

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð, Herfrí Sørensen, skrivar um vikuskifti grein í m.a. Norðlýsinum undir heitinum “Gloymi Bústaðir! Latið kommunurnar byggja!”

Greinin, sum er ein lemjandi kritikkur av Bústøðum staðfestir m.a., at “Bústaðir er tíverri meir ein forðing enn ein loysn í okkara kommunu!”, og Herfrí Sørensen sigur víðari:

Bústaðir er tíverri dumpað, tí tey hava bygt umleið tveir triðingar av sínum bústøðum til tey knapt 40%, sum búgva í Havn, Hoyvík og á Argjum, har tað privata byggir hundraðtals íbúðir afturat, meðan Bústaðir bert hava bygt ein triðing av sínum íbúðum til hini 60% av fólkinum í hesum landinum.

Okkara royndir av Bústøðum eru tíverri, at tey hava lítlan og ongan áhuga í at byggja í næst størsta býnum í landinum, og hetta hevur gjørt, at kommunan hevur brúkt alt ov nógva orku uppá at royna og royna, trýsta og trýsta, bíða og bíða eftir, at Bústaðir skulu tíma at hugsa um Klaksvík.”

Tað er spell, at Herfrí Sørensen hevur fingið eina slíka uppfatan av okkara virksemi, og vit kenna okkum ikki aftur í tí sum her verður sagt.

Tvørtur ímóti hava Bústaðir seinastu árini havt eitt gott, tætt og mennandi samstarv við Klaksvíkar kommunu. Hetta bæði við íbúðunum á Kráarbrekku, við teimum vardu íbúðunum á Heygavegnum og ikki minst við okkara higartil størstu byggiverkætlan á Biskupstorgið í Klaksvík.

Talið av vanligum leigubústøðum sum Bústaðir hava bygt ella keypt, er í dag 252 eindir. Afturat hesum eru 81 lestraríbúðir sum Bústaðir hava yvirtikið í Tórshavn frá sjálvsognarstovnum, ella umbygt sum t.d. við Finsen.

Av teimum 252 vanligu leigubústøðunum eru 130 í Tórshavn og 122 uttanfyri Tórshavn, harav 62 eru í Klaksvík. Í mun til fólkatalið er sostatt talan um, at støðan er øvugt av tí, sum Herfrí vil verða við.

 

Í mun til okkara bíðilista eftir leigubústøðum, er tað so, at 4 út av 5 á listanum hava raðfest Tórshavn fremst. Kortini raðfesta Bústaðir at fáa fleiri leigubústaðir um alt landið. Bæði tí, at tørvurin er til staðar mest sum allastaðni, m.a. við at tilkomin fólk ynskja sær, at selja sethúsini og fáa okkurt minni og lættari at búgva í, - men eisini tí, at vit kenna tað sum okkara skyldu, at virka um alt landið. Bústaðir skulu ikki virka miðsavnandi, men heldur tryggja fjølbroytni á øllum økjum.

 

At royna og trýsta og bíða eftir, at “Bústaðir skulu tíma at hugsa um Klaksvík”, kenna vit lítið til.

Sum vit hava kunna leita fram, hevur Klaksvíkar kommunu sent 1 (EIN) fyrispurning til Bústaðir um eina verkætlan, kalla Kráarbrekka II, - tað hendi í mars 2019. Sjálvt fólkafloksumboði í Klaksvíkar kommunu eigur at vita, at Bústaðir seinastu 2 árini ikki hevur kunna sett fleiri verkætlanir ígongd vegna manglandi heimild til fígging. Ein heimild, sum vit vóna er á veg, og hetta soleiðis at tað góða samstarvi kann halda áfram – eisini við Klaksvíkar kommunu.

Bústaðir hevur ikki nakra meining um, hvørt kommunurnar sjálvar skulu byggja leigubústaðir, - men vit kunnu vissa Herfrí Sørensen um, at Bústaðir gloymir hvørki Klaksvík ella onnur pláss í Føroyum, bygd ella bý.

 

Andras Róin, stjóri

Bústaðir

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…