Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Die Gedanken sind frei!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  06.07.2020 - 17:27 Bloggur Mentan

Soleiðis sungu vit so hjartaliga í millumskúlanum í Klaksvíkar Skúla fyrst í sekstiárunum. Tankarnir eru frælsir, skrálaðu vit – men eru teir nú tað? Kanska, men tað er ikki alt, tú eigur at hugsa hart – ið hvussu so er ikki so hart, at nakar hoyrir tað.

Víst hava vit loyvi til at hugsa hvat vit vilja; vit hava loyvi til at droyma okkara dreymar. Men tað er ein spurningur hvussu frælsir ella fríir tankar okkara veruliga eru. Helst verða teir stýrdir av tí umhvørvinum, vit liva í – ávirkanir uttanífrá hava minst líka so stóra ávirkan á tankar okkara, sum vit sjálvi hava. Og summar tankar tora vit helst ikki at tonkja, av ótta fyri einum ella øðrum ósjónligum peikifingri, sum altíð er á lofti (eg hugsi ikki bara um Várharra!).

Fyrr vóru tað kanska mest kirkjan, samkoman og nærumhvørvið, ið løgdu trýst á tankar okkara. Nú eru tað helst meira fjølmiðlarnir, ið diktera hvat og hvussu vit eiga at hugsa. Tað tykist eins og bylgjur bróta kring heimin, mótabylgjur, ið stýra tí sum er loyvt at meina og halda, og tað er ikki gamansleikur at muta ímóti, ella at hugsa sjálvstøðugt. Í hesum frælsistíðum, tykist frælsi til at hugsa sjálvstøðugt at vera komið í álvarsligan andstreym.

Fyri nøkrum árum síðani var eg til innsetingarguðstænastu hjá einum fyrrverandi teologiskum praktikanti í donsku meinigheitini i Samauelskirkjuni.  Hon var sera dugnalig, serliga tá talan var um barna- og ungdómsarbeiði, sum eisini hevði hennara stóra áhuga. Og hesum viðvíkjandi var hon ein stórur fongur fyri eina og hvørja sókn.

Undir samkomuni aftaná innsetanina helt hon eisini eina takkarrøðu, og legði afturat, at tað undraði hana, at hon sum hevði verið til ellivu ymiskar jobbsamrøður, veruliga bara hevði fingið ein spurning frá kirkjuráðunum: ”Ert tú til reiðar at víga samkynd?” Ongin sýntist at hava áhuga fyri tí, sum hon hevði roynt at gjørt seg serkøna í, sum var arbeiði millum børn og ung í sóknini.

Tað bleiv deyðatøgn inni, sum í grøvini, og tað var heilt greitt, at sovorðið sigur man ikki! Tey flestu, sum vóru til staðar, mundu vita, at har í sóknini høvdu tey gjørt av at loyva vælsignilsi av samkyndum pørum, men ikki vígslu. Og hon hevði heldur ikki í hyggju at gera viðmerkingar ella atfinningar til ella um samkynd fólk. Men tað sum undraði hana var, at meinigheitsráðini ikki tóktust at hava áhuga fyri, at hon hevði nýtt seks ár av sínum lívi til at lesa guðfrøði, og til at spesialisera seg í ungdómsarbeiði, og hvat  hon  annars hevði lært hesi árini. Hon hugsaði hart, og tað skelkaði fólk. Hon nam við eitt evni, sum ongin má nema við, tí tað er heilagt, tað er tabu – tú ert antin fyri ella ímóti!  Evnið er ikki til diskussión! Og tað skapti øsing.

Fyrstu ferð eg minnist meg sjálvan at koma í brotasjógv í so máta, tað var á einum svala úti á Amager fyri mongum árum síðani.  Vit sótu nakrir ungir føroyingar og reypaðu. Tríggir høvdu verið úti og siglt fyri at vinna sær siglingartíð til stýrimansskúlan, og tveir vóru fyri fyrstu ferð á veg út í  heimin sum stýrimenn.

Sjálvur hevði eg bara staðið á dekkinum á Polaris, Pride og á Tjaldrinum, sum ferðafólk, og annars umborð á mongum útróðrabátum, væl og virðiliga bundnir við Stangabrúnna. Tí kundi eg sum so ikki tosa við, tá teir allir so avgørdir vóru samdur um, at danir vóru vánaligastu sjómenn í heiminum. Ja, danir vistu ikki, hvønn veg teir vendu umborð á skipi.

Tað var nú ikki fyrstu ferð eg hoyrdi hesa áskoðan um danir sum sjófólk.  Eisini á Stangabrúnni kundi ein hoyra at manningarnar á donsku sjóverjuskipunum høvdu hvørki skil á vindi ella sjóvarfalli, og dugdu nóg illa at skilja millum stýriborð og bagborð, um teir nú vóru so frægir, at teir orkaðu at lætta sær á orsakað av sjóverki.

Men kortini so loyvdi eg mær at tala at og leggja uppí, tí pápi mín átti eitt trivaligt tvíbindsverk, ið kallaðist ”Danmark og havet” – hetta var eitt slag av danskari siglingarsøgu.  Tað var líka við at eg dugdi hesa bókina uttanat, og har hevði eg frætt, at danir vóru ein gomul siglingartjóð, og at teir høvdu ferðast á heimshøvunum við stórum skipum í fleiri hundrað ár, áðrenn føroyingar fingu tey fyrstu dekksførini.

Eg loyvdi mær at siga, at eg trúði onki uppá at danir kundu vera so nógv verri sjómenn enn føroyingar, tí teir høvdu hóast alt eina meira enn túsund ára gamla siglingarsøgu, meðan vit ikki fóru undir at sigla við dekksførum fyrrenn fyri áttati árum síðani (hetta var umleið í 1965/66)! Úrslitið varð, at eg bleiv tveittur á dyr sum landasvíkjari og óvitandi. Tað evnið var ikki til diskussión! Og hvat visti ein landkrabbi úr Klaksvík um slíkt?

Ein kvinna, sum er lærari í bókmentum á Lærda Háskúanum í Keypmannahavn loyvdi sær herfyri at siga alment, at eftir hennara áskoðan, so er Me Too-rørslan diktatorisk og ódemokratisk. Sjálv sigur kvinan seg at vera feministur og fyri javnrættindum millum menn og kvinnur, men hon kann ikki góðtaka at fólk (her, mannfólk!) verða dómd sek av fjølmiðlunum uttan rættargang.  Hon segði i einari sending í DR P1 nýliga, at hon heldur at Me Too-rørslan typpir og køvir øll orðaskiftir um hesi evnir, og at hon tí er ein hóttan móti okkara mentan, fólkaræðinum og talufrælsinum, eisini í landinum, sum fostraði kritikaran yvir øllum kritikarum, Søren Kierkegaard.

Hóast feministur og javnrættindarkvinna, so hevur hon loyvt sær at hugsa sjálvstøðugt, og noktar at góðtaka meiningar, bara tí at onnur hava tær. Hon sýtir fyri at hugsa og tala svart/hvítt – hon er so næsvís, at hon vil sjálv meta um, hvat hon skal meina! Men hetta hevur av álvara rikið hana út á brotasjógv, og tað hevur regnað við spannum av lorti oman yvir hana, og summir starvsfelagar á lærda háskúlanum hava sýtt fyri at arbeiða saman við henni, og onnur vilja hava hana frákoyrda. So rúmligt er tanka- og talufrælsið í Danmark í dag!!!

Die Gedanken sind frei! Ja! Men ansa eftir um tú hugsar hart, ella hvar tú hugsar hart! Um vit bara skulu huvsa tað sama sum hini, so noyðast vit samstundis eisini at siga farvæl til nýhugsan, framburð og nýskapan, og tá verður synd í mannaættini! Tí dusinmenniskju hava sjáldan staðið fyri nøkrum skapandi frambroti.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Badmintonkappingin: KSS-Open í Klaksvík
Greiður sigur til H71
Stjørnan fær vitjan av H71
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til…
Føroya Arena byggjast í Hoyvík
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Abubakar Ibrahim Aliyu spælir ikki við K…
Trupulleikar­nir hjá KÍ í Trongisvági hil…
Magni Husgaard við sínum fyrsta lagi
Skal kappingarleistu­rin varðveit­ast?
Jórun Niclasen vann navnakappingina
Upptakt: TB-KÍ
Semja um maskinmeistarar hjá Vørn
Nevndarskifti í AKF
Myndarøð: Vóru á fjalli í Barmi í dag
Norðoya Sparikassi 6 milliónir í avlopi…
Næmingar­nir ruddaðu Føroyar
KSS-Open 2020
Góð undirtøka á Viðareiði
Børn og ung skulu hava frítíðarkort