Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Carla Sands í samrøðu við Norðlýsið | Mynd: Oliver Joensen

Amerikanska sendikvinnan: Føroyar eru portrið til Arktis

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2020 - 22:37 Kykmynd Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Í samrøðu, sum Norðlýsið hevði við amerikonsku sendikvinnuna í danska kongaríkinum, varð komið inn á, hvussu nógv amerikanarar og amerikanska stjórnin mundi vita um Føroyar. Eftir øllum at døma vita amerikanarar meira, enn føroyingar vanliga ganga og halda, at onnur vita um okkum.

Sendikvinnan viðurkendi, at tað kundi vera sera trupult fyri eitt so lítið land sum Føroyar at fáa uppmerksemi frá Washington D.C. Men tað hevði hon sett sær fyri at gera okkurt við, og hennara ferð til Føroyar var liður í tí. USA ætlar at gera seg galdandi í Arktis, og har eru Føroyar sjálvt portrið, segði sendikvinnan. Tað sum ger okkum attraktiv í so máta eru siglingarleiðirnar í økinum rundan um Føroyar.

Ambassadøgurin hevði eisini føgur orð til føroyingar. “The Faroese people are smart people; they make the right decisions” – føroyingar eru klók fólk, ið taka tær røttu avgerðirnar.

Tað slapst sjálvandi ikki undan at umrøða 5G-støðuna, og tað var í hesum sambandi, at amerikanska sendikvinnan segði, at føroyingar høvdu tikið ta røttu avgerðina. Hon vísti á, at Russland hevur militariserað sínar strendur til Arktis, og at Kina hevur verið óvinarligt við onnur lond, og USA ynskir ikki at síggja tílíkt í hesum økinum, sum Føroyar liggja í. USA sær helst, at hetta økið hevur framgongd og at støðan ikki er spent her.

Sendikvinnan segði seg stúra fyri, at russisku ísbrótararnir sigla við missilum, og var ikki heilt álvulig við trygdina í okkara øki. Hon svaraði ikki beinleiðis uppá spurningin um, hvørt eitt nýtt Kalt Kríggj var í væntu, men gongdin í løtuni, har lond bróta avtalur – her nevndi hon ítøkiliga Kina og avtaluna um Hong Kong – var ófrættakend.

Sí samrøðuna niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður
Tiltøk í vikuni
Úrslit í Norð­oyggjum
KÍ á breddan í dag
Jóhannes Miðskarð í Altinget: kunnu børn…
Børn sum bera brek ella hava serligan tø…
Veðrið í Streymnesi
Løgmaður: - Ingilín og Uni stilla ikki u…
Okkara umboð til løgtingsvalið
Vinjard Johansen stillar upp fyri Miðflo…
Neyðugt er at seta ferð á grøna orkuskif…
Øðrvísi valgrein: løgtingsval, fólkating…
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Lýsing