Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útslignir móti HB í Klaksvík annað árið á rað

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.07.2020 - 22:51 Ítrottur Tíðindi

Sterka siðvenjan og vinnaramentanin hjá HB kom annað árið á rað til sjóndar í Klaksvík í kappingini um løgmanssteypið.

Í fjør avgjørdi HB seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í 89. minutti í Klaksvík. Í ár avgjørdi HB við brotssparkskapping. Eisini hóast tað bæði undan dystinum, í upphitingini og gjøgnum brotssparkskappingina sá svart út, so gjørdist tað svart og reytt, tá brotssparkskappingin var av.

Breiður HB-hópur
Í upptaktini skrivaðu vit, at HB hevur víst seg at hava sera breiðan hóp. Tí hóast skaðar, so ávirkar tað ikki úrslitini nevnivert. Og tað kom aftur til sjóndar í dag. Í dag manglaði HB - umframt fýra langtíðarskaddar leikarar, sum ikki hava spælt í ár - Adrian Justinussen, René S. Joensen, Delphin Tshiembe, Pætur Petersen og Øssur Dalbúð. Og harafturat vóru Mads Mikkelsen og Heðin Hansen ikki førir fyri at spæla meir enn lítlan part av dystinum. Men HB hevur framvegis kappingarført lið, sum at enda fór úr Klaksvík við øllum, tá liðið vann brotssparkskappingina. Tað vísir eina øgiliga breidd í hópinum hjá HB.

Seinni hálvleikur var góður hjá KÍ
KÍ spælið var lítið at reypa av í fyrra hálvleiki. Hóast nógv álopssinnað fólk var við frá byrjan, so eydnaðist tað nærum ongantíð at seta HB undir trýst ella spæla seg til stórar málmøguleikar. HB kom á odda í 12. minutti eftir eitt mistak frá KÍ-málverjanum Kristiani Joensen. Eftir hetta legði HB dent á verjupartin restina av hálvleikinum, men KÍ kom til lítið og einki. Hinvegin fekk KÍ tamarhald á spælinum í seinna hálvleiki. Innskiftu Boris Dosljak og Jákup B. Andreasen vóru eyðsýndir og tað vóru Patrik Johannesen og Ole Erik Midtskogen eisini, nú teir spældu á sínum vanligu plássum. Nógvir góðir málmøguleikar komu, men inn vildi bólturin ikki fyrr enn í 69. minutti, tá Patrik Johannesen javnaði til 1-1. Eftir hetta javnaði dysturin seg aftur, har HB kanska var nærri sigrinum.

Troyttir leikarar í longdu leiktíðini
Longda leiktíðin var merkt av, at bæði liðini høvdu troyttar leikarar. HB og Hilmar Leon Jacobsen høvdu størstu málmøguleikarnar, men inn vildi bólturin ikki. So skuldi brotssparkskapping til og soleiðis sum kappingarárið hjá málverjunum báðum hevur verið, so var nokk meirilutin, sum væntaði ein sigur til HB. Men HB fekk eina sera vánaliga byrjan uppá brotssparkskappingina, tí tveir av teimum fyrstu leikarunum brendu. Jóannes Bjartalíð fekk møguleikan at avgera dystin, men eins og í Gundadali fyrr í ár, so hevði Teitur M. Gestsson lisið hann av. Avgerandi brotssparkið skoraði Dan í Soylu og sostatt er greitt, at kappingarárið hjá KÍ endar 7. november í ár, tá sjey lið í Betri Deildini og eitt í 1.deild fara at kappast um løgmanssteypið fram til 5. desember. KÍ er sostatt annað árið á rað úti av kappingini um løgmanssteypið móti HB í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Lýsing