Tórshavn tekur ikki Corona í álvara
Ein má nærmast búgva á internetinum fyri at fylgja við í øllum krumspringunum hjá Tórshavnar Býráði í sambandi við Ólavsøkuna. Og sum tann einasti leggur Tórshavn bý til tann einasta festivalin, sum verður í Føroyum í summar. Og so skjótt tað lotar av hanakjafti, bakkar kommunan og tekur tiltøkini aftur, sum skuldu fyribyrgja smittuspjaðing. Og sum um tað ikki var nokk, hevur Havnin eisini sett sær fyri at hava ein festival í summar.
Eftir at Pál Weihe tann 6. apríl boðaði frá, at har neyvan fór at vera nøkur Ólavsøka í ár vegna Corona-smittuna, hevur Tórshavnar Býráð veruliga sett føtur í spenni. Stevnan skuldi vera, so ella so. Og helst tí at tað er valár, hevur býráðið verið sera skjótt á avtrekkjaranum við fráboðanum um, hvussu stevnan skal haldast.
Eitt stunt var at bjóða øllum grannaløgunum 10.000 krónur í part til eitt nú tjøld, gassgrillir og hvat tað skuldi vera – ikki bara til Ólavsøku, men grannaløgini skuldu eiga tað aftaná. Tá mátti Kommunala Eftirlitið inn og steðga Tórshavnar Kommunu, tí ongin kommuna hevur heimild til at geva tílíkar gávur. Peningurin kundi kortini brúkast til at leiga ymiska útgerðina. Men sum Norðlýsið skilir, so hevði okkurt grannalag fingið loyvi at keypt tjald, áðrenn Kommunala Eftirlitið var komið til sína niðurstøðu.
So her var býráðið ov skjótt á avtrekkjaranum.
Avtrekkjarin varð eisini trýstur ov tíðliga, tá skeinkistøðini fingu forboð fyri at hava opið aftaná kl. 24 ólavsøkudagarnar. Skeinkistøðini frættu hetta í fjølmiðlunum, mótmæltu sjálvandi beinanvegin, og tað tók bara nakrar tímar, so varð loyvt at skeinkja inntil kl. 2 í staðin. Ein freistast til at siga: Inntil ein nýggj fráboðan kemur. Tað er jú valár, og býráðslimir hava ikki ráð til at gera seg ópopulérar.
Kappróðurin verður sum vant, skrúðgongan hjá tingfólki verður sum vant, guðstænastan verður sum vant, fótbóltsdystirnir verða allir tríggir sum vant, og nú sleppa skeinkistøðini eisini (næstan) at skeinkja sum vant. Men kortini brúkar veitir kommunan sínum egnu grannaløgum ein stuðul uppá hálva millión fyri ikki at fara oman í býin ... ?
Lagt er sostatt upp til eitt kaos, har fólk bæði fara at ganga oman og niðan í býum og at halda grillveitslur í egnum grannalagi. Vit spyrja bara: Hvat bleiv av tí smittufyribyrgjandi?
Meðan øll restin av landinum hevur sæð álvaran í Corona-smittuni, og tey stóru summartiltøkini verða avlýst uppá strípu, hevur Havnin eisini har sett føtur í spenni. G!-festivalurin, Summarfestivalurin, Sjómannadagarnir, Bindifestivalurin og Countryfestivalurin hava allir avlýst, men tá tey í Havn fingu at vita, at Coronatiltøkini fyribils bert koyrdu fram til 31. august, tóku tey bara og løgdu Voxbotn til tað allarfyrsta vikuskiftið aftaná tað.
Sum nevnt er tað valár, og tað er skilligt, at ongin býráðspolitikari vil taka nakra ópopuléra avgerð. Og ja, time’ingin hjá virusinum var tí tann verst hugsandi, tí virusið ger ópopulérar avgerðir neyðugar. Men hinar summarstevnurnar eru altso minkaðar til ein viðfáning og/ella eru fluttar á internetið. Og hinir festivalarnir eru avlýstir. So aðrar kommunur hava saman við fyriskiparum klárað ta avbjóðingina, eisini hóast tað var valár, og hava tikið smittuvandan í neyðuga álvaranum og fram um tað at gera seg lekkur til kommunuvalið.
Hví klára tey í Tórshavnar Kommunu ikki tað?