Lýsing
Lýsing
Lýsing
Neyst í gomlum føroyskum stíli

Miðbýurin í Klaksvík

SKRIVAÐ: Archibald Black  |  16.07.2020 - 05:54 Lesarabrøv Mentan Vinna

Ein kendur arkitektur segði fyri 10 árum síðani: “Her í Klaksvík eru tit sera heppin, tit kunnu skapa ein fínan miðbý, økið liggur víðopið og hugskotini tróta ikki”. Hugleiða vit yvir hesi 10 árini, so er ikki nógv hent frá kommunalari síðu í miðbýnum. Eitt íbúðarhús við 30 íbúðum og ein minni deild hjá Bank Nordik er í stórum tað, sum er bygt

Í hesum døgum fyrireikar Kl.Kommuna bygging av nýggjum “Húsarhaldsskúla” í miðbýnum, ein stóran bygning 16 til 18 metrar høgur.  Eg havi skilt frá einum, sum arbeiðir í umsitingini hjá Kl.Kommunu, at hetta er eitt ynski frá almenna felagnum Búðstøðum.

Hugsa vit nú aftur um orðini hjá arkitektinum, er hetta so uppskriftin upp á ein “fínan miðbý”? Tað man vera fáur, ið heldur tað. Ein skúli hoyrir ikki heima í miðbýnum, ein skúli hoyrir heima á einum skúlaøki, tað er eisini tann vanliga hugsanin í býarplanlegging.

Ein “fínur miðbýur” er eitt øki , har borgarin trívist og hugnar sær í einum “estetiskum” umhvørvi, ein skúli nøktar ikki henda tørv, tað vita allir góðir arkitektar.

Fremur Kl.Kommuna hesa ætlan, so skapar tað nakrar trupulleikar fyri aktørarnar á økinum, sum kommunan eftirfylgjandi má loysa. Størstu brúkarnir á økinum eru Betesda og komandi nýggja mentanarhúsið, vit tosa um hundratals vitjandi, tá ið talan er um tiltøk. Umframt hesi  so eru tað vitjandi til handlar og annað á Biskupstorgi og í Nólsoyar Páls húsinum.

Um “Húsarhaldsskúlin” fer niðan á Borðoyarvik, og Kl. Róðrarfelag byggir nýggj neyst í gamlan føroyskan stíl frammanfyri verandi neysti, so kann róðrarfelagið húsast í gamla neystinum, meðan henda bygging fer fram. Tá ið flutt verður í nýggju neystini, verður tað gamla tikið niður.

Hetta økið verður nú tókt og kann steinsetast til eitt vakurt torg til almentgagnlig endamál, og atkoman hjá vitjandi verður betri. Nú nærkast vit, eftir mínum tykki, einum “fínum miðbýi”, men enn er langt á mál.

Hevur tú umstøður at ávirka, so skyldar tú Klaksvík bestu loysnirnar borgaranum at gagni.

 

Húsarhaldsskúlin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…