Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggjar kanningar benda á, at munnsprayið ColdZyme kann halda Coronasmittuni niðri. | Mynd: finansavisen.no

Svenskt munnspray kann basa Coronasmittu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2020 - 23:24 Tíðindi

Svenska fyritøkan Enzymatica hevur ment eitt munnspray ímóti Corona, og royndarúrslitini eru so mikið góð, at partabrævið í fyritøkuni fer sendandi uppeftir á keypsskálanum í Stockholm. Enzymatica-partabrævið er farið upp við 76,3% eftir at fyritøkan skrivaði, at teirra munnspray, ið nevnist ColdZyme, ger SARS-CoV-2 98,3% minni virkið.

ColdZyme er eitt munnspray, sum byggir ein verjugarð í munninum ímóti krím-virusi. Tað inniheldur í høvuðsheitum glycerol og trypsin-enzymið úr toski. Endamálið við kanningini var at greina, hvussu sprayið viðvirkaði til at minka um Coronasmittuna, og fyritøkan upplýsir, at ColdZyme óvirkjar (”deaktiverar”) SARS CoV-2 við 98,3% í 20 minuttir.

Tað var góðkenda amerikanska felagið Microbac Labratories, sum stóð fyri kanningini, og eftir øllum at døma eru ongi álvarsom hjáárin.

Rakstrarleiðarin í Enzymatica, Claus Egstrand, sigur, at hóast úrslitini ikki beinleiðis kunnu førast yvir á kliniskan virknað, er tað sera áhugavert, at ColdZyme kann óvirkja SARS-CoV-2. Við støði í kanningarúrslitunum er tað rímiligt at ganga út frá, at ColdZyme kann bjóða ein ”verjugarð”. Úrslitini boða frá góðum og kunnu takast víðari við inn í klinskar kanningar, sigur Claus Egstrand.

 

Kelda:

https://finansavisen.no/nyheter/helse/2020/07/20/7548841/svensk-munnspray-tar-knekken-pa-corona-aksjen-rykker-til

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni