Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vigdis Sigmundsdóttir í Ribarhúsi

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  21.07.2020 - 12:19 Mentan Tíðindi

Vígdis Sigmundsdóttir letur upp myndasýning í Ribarhúsi sunnudagin, 26  juli kl. 16:00. Framsýningin hongur uppi til leygardagin, 8. august.

Vígdis hevur nú í mong ár verið á tí skapandi básinum og róð  upp undir flytingar frá tí natúrliga til tað ekspressiva og poetiska. Nú er hon farin inn á ein annan bás – Collage mixed Media, har ymisk evni verða brúkt til at gera myndirnar t. d. klútar, pappír, træ og tilfar, sum funnið verður, ið kann nýtast til myndlistina.

Fleiri myndir hennara eru eisini klipp úr føgrum litaðum pappíri. Vígdis hevur stillað út í Ribarhúsi í 2006, kring landið og uttanlands í mong ár. Pápi hennara, Sigmund Petersen gjørdi leiktjøldini til sjónleikin, Hjá Dalabóndum 1955 og  Systrarnar á Kinn 1960, sum vórðu spældir í dansistovuni í Fuglafirði.

Tað eru fólk í bygdini enn tann dag í dag, ið minnast til hesa føgru myndagerð. Nú er tað dóttirin, ið skal vísa fram síni “tjøld”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglskipinum
Seglskip farið á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…
Áheitan á fakfeløg­ini á almenna arbeiðsm…
Mai 2025 – lýggjur og vátur
Fólka­flokku­rin vil AVTAKA fólka­pensjónin…
2.Hvítusunnudag er familjuguds­tænasta kl…
Árligur arbeiðsdagur í Nesvík verður ley…
Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00
Nýggjar bøkur á føroyskum til børn og un…
Talvudagur fyri Bíbliu­felagið Hvítusunnu…
KÍ hópur á lands­liðnum
Endur­nýtslan er stongd grundlógar­dagin 5…