Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hvussu royndist mao 2025 til veður her í Føroyum? - tey flestu fara helst at hava hug at flokkan hann saman við mai í 1987, tá ið verkfall var í 3 vikur í dýrdarveðri. Men so er ikki . . . | Mynd: Pól Sundskarð (y)

Mai 2025 – lýggjur og vátur

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  05.06.2025 - 17:59 Tíðindi Veðrið

Mai í ár gjørdist væl lýggjari enn miðal fyri tey seinastu 30 árini. Eisini var hann nakað væl vátari enn vanligt.

Soleiðis sum há- og lágtrýst tóku seg upp og fluttu seg um okkara leiðir, gjørdist mánaðurin nakað væl lýggjari enn vanligt tey seinastu 30 árini. Yvirhøvur var tað hátrýstveður í tríggjar vikur frá 4. til 23. mai við einum lítlum avbroti í tríggjar dagar 9. til 11. mai. Seinasta fjórðing av mánaðnum høvdu vit lágtrýstveður.

Hóast vit fara at minnast júst farna mánað fyri tað góða veðrið, tá ið tað næstan ikki regnaði, so fara samlaðu hagtølini fyri regn at plasera hann í vátara enda. Tað regnaði óvanliga illa í seinasta fjórðingi.   

Einki illveður var við stormi ella ódn, men skrið í miðalvindi og stormur í hvirlunum 27. mai.

 

Fyrstu dagarnar í mai mentist eitt hátrýst yvir við miðjum Norðuratlantshavi, miðjan var eitt sindur norðan fyri Asorurnar. Ein hátrýstryggur toygdi seg norðureftir ímóti Føroyum, men hann rakk tó ikki allan vegin norður. Eitt veikt lágtrýst gekk eystureftir frá Íslandi til Noregs, og brúgvaløgini haðani við regni fóru framvið 1. mai.

Fyrstu 2 dagarnar lá hann vestaneftir, áðrenn hann gekk ímóti norði. Luftrýstið var høgt hesar dagarnar, ímillum 1000 og 1010 hPa, og luftvætan um 80%. Luftin kom av innlandsísinum í Grønlandi, skýggini á myndini, sum er tikin fyrrapartin 2. mai, eru miðalhøg lagskýggj (altocumulus) við sólglottum. Mynd: Jógvan Horn

Vit høvdu tí vesturættir í 2 dagar, og vindferðin lág um 10 m/s í miðal. 3. mai var lágtrýstið farið eysturum, og so kom hann høgt við kaldari luft langt norðaneftir í eitt samdøgur.

 

Nakrar dagar inn í mai mentist eitt hátrýst yvir havinum nakað sunnan fyri Føroyar. Tað helt breiddi seg nóg langt norður at øll lágtrýst vórðu hildin burtur frá okkum næstu 4 dagarnar. Miðjan á hátrýstinum gekk spakuliga eystureftir, og tá ið tað var komið til Skotlands, var tað vikna so mikið nógv, at eitt lágtrýst og tess brúgvaløg aftur rukku til Føroya.

Hálvskýggjað yvir Skúvoyarfirði fyrrapartin hósdagin 8. mai. Lagskýggj (stratus) oman fyri Sandoynna, men tey eru ikki tjúkk, og einki avfall dettur niðurúr. Hátrýstveður. Miðjan á hátrýstinum var yvir Skotlandi hendan morgunin, og vit høvdu eitt veikt og lýtt luftrák av útsynningi suðuri. Mynd: Finn Johannessen.

Hesar 4 dagarnar ella so kom einki brúgvalag yvir okkum, og tey æl, ið vóru, vóru fá og høvur ikki nógv uppá seg. Ættin var fyri tað mesta millum sunnan  og vestan, og miðalvindferðin fór ongantíð upp um 10 m/s.

 

7. mai tók eitt lágtrýst seg upp yvir Irmingarhavinum. Tað stóð stilt fyrstu dagarnar, men sum hátrýstið sunnan fyr Føroyar fór eystureftir, fór hetta lágtrýstið aftaná og tók eina leið norður um Ísland, har fó í upploysn. Meðan tað stóð norðan fyri Ísland, fór eitt samanrunnið brúgvalag haðani framvið her hjá okkum.

 Eitt brúgvalag við regni er yvir Føroyum. Tung skýggj við avfalli (nimbostratus) síggjast yvir øllum oyggjunum á myndini, sum er tikin í Suðuroyarfirði umborð á Smyrli. Lágtrýstið, sum brúgvalagið hoyrdi til, var beint norðan fyri Ísland. Mynd: Finn Johannessen.

Hesa 2-3 dagarnar, hátrýstið ikki vardi okkum fyri lágtrýstum og brúgvaløgum, fór miðalvindferðin ikki upp um 10 m/s, ættin var fyri tað mesta útsynningur, og tað regnaði eitt sindur 9. og 10. mai.

 

11. mai mennist aftur eitt hátrýst yvir Norðuratlantshavinum. Tað breiddi seg yvir okkara leiðir eisini, og tað helt øll lágtrýst burtur og alt avfall eisini í næstan 2 vikur.

Sólarris í Hvalba. Tað blikar á fjørðinum. Í mai ár vóru nógvir vakrir morgnar. Einastu skýggini á luftini eru manngjørd – frostrípur (contrails), sum eru komnar úr jettmotorum á flogførum nógvar km omanfyri. Mynd: Eyðbjørg Ellendersen.

Hetta tíðarskeiðið lotaði tað eitt sindur av øllum ættum, og miðalvindferðin fór næstan ikki upp um 5 m/s. Als einki avfall var skrásett hesar dagarnar. Tað var skróvturt. Hitalagið kreyp seg uppeftir úr umleið 10 stigum fyrstu dagarnar so við og upp ímóti 15 stigum. Tá er talan um mesta dagshitan. Í støðum, har tað lívdi fyri ættini, vórðu til tíðir máld meir enn 20 stig.

 

Í døgnum fram til vikuskifti, tá ið bátastevna skuld vera í Vestmanna, sóust broytingar í veðurkortunum. Hátrýstið var við at vikna, og gekk eitt sindur eystureftir. Hetta gav pláss til lágtrýstini og brúgvaløg við einum sindri av vindi og regni, ávikavist.

Regn í Havn, avmyndað av Argjum. Síðstu dagar í mai gingu lágrýstini beint á okkum og lógu her við regni. Tað klára loftið var ikki meir men ístaðin grátt og vátt veður. Mynd: Liljan Midjord

 

Taka vit miðaltølini fyri allan mánaðin, so var miðalhitin 8,5 stig – mesti og minsti hiti vóru 16,5 og -0,2 stig, ávikavist. Miðalhitin í mai í Havn tey seinastu 30 árini hevur verið 7,0 stig, so hetta hevur verið nakað væl lýggjari enn miðal.

Hitalagið í Havn í mai. Tað var beint undir 9 stig fyrstu dagarnar, men fall so niður ímóti frostmarkinum. Eftir tað lá tað um tey 10 stigini í 2 vikur, og so upp ímóti 15 stigum í nakrar dagar. Eftir tað fall tað aftur niður upp 10 stig og var liggjandi har. Kelda: Veðurstova Føroya

 

Tað regnaði 113,0 mm í Havn allan mai mánað í ár. Tað hevur regnað í miðal 68,4 mm tey seinastu 30 árini. Ein vátur mánaður, næstan sum í 2003. Tá regnaði 121 mm. Vátasti mai síðan 1873 var í 1888. Tá komu 166,4 mm niður. Í nýggjari tíð var vátasti mai í 2011, tá ið 166,0 mm komu niður.  Turrasti mai síðan 1873 var í 1969. Tá regnaði tað 44 mm.

Avfallið í Havn í mai. Hóast tað als ikki regnaði stóran part av mai, so gjørdist hann væl vátari enn tey seinastu 30 árini. Tað regnaði eitt sindur fyrstu 2 dagarnar og onkran annan dag í fyrsta triðingi av mánaðnum, men í síðsta triðingi regnaði illa – so illa, at miðaltølini fyri regn gjørdust stór. Kelda: Veðurstova Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Samrøða við Svend Erik Saxov
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglbátinum
Seglbátur farin á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…
Áheitan á fakfeløg­ini á almenna arbeiðsm…
Mai 2025 – lýggjur og vátur
Fólka­flokku­rin vil AVTAKA fólka­pensjónin…
2.Hvítusunnudag er familjuguds­tænasta kl…