Lýsing
Lýsing
Lýsing
Av Boðanesi og eystureftir eru høg skýggj (cirrus). Hevði mynd verið at sæð vestureftir, høvdu vit sæð klárt veður við sólskini vestan fyri Kirkjubøreyn. | Mynd: www.vedrid.fo (VØRN)

Veðrið á Ólavsøku

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.07.2020 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Tað er klárt og gott veður í Suðurstreymi í morgun. Høg skýggj fyri ein part, men eisini klárt og gott veður við sól - hetta er vestan fyri Kirkjubøreyn.

Júst soleiðis verður ikki allan dag ella í morgin - ólavsøkudag.

Tað er eitt lítið lot í Havn í morgun. Ættin er útnyrðingur-norðan, og tað er góð ætt í Suðurstreymi, siga vælvitandi keldur.

Vindferðin beint fyri middag fyri Føroyar er sambært veðurkortum um 3 til 8 m/s. Eitt sindur meiri norðanfyri, men uppaftur minni í Havn. Hevði ættin farið í beinan norðan, varð blikalogn í Havn.

Seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur - upp í 5 til 10 m/s - og tað verður gráari at hyggja uppeftir. 

So er tað hetta góða brúgvalagið, vit hava fylgt við í nakrar dagar og sum hevur argað og forvirrað okkum, sum hava fylgt við. Sum tað sær út nú, fer tað at koma yvir Norðoyggjar um 17 tíðina - ein tíma seinni í Havn. Vindur veksur eitt sindur afturat, upp í 8 til 13 m/s.

Hvussu nógv regn er í hesum brúgvalagi, er ikki lætt at siga. Heldur ikki lætt at gera seg ov avgjørdan, hvussu leingi tað fer at liggja.

Vónandi liggur tað ikki ov leingi - og vónandi er ikki ov nógv væta í tí. Eitt boð er, at tað liggur nakrar tímar - slítur í um 22 tíðina. Men, vit fáa at síggja. 

Hitin í dag - ólavsøkuaftan - fer at liggja um 10 til 12 stig. 

Soleiðis verður veðrið í nátt eisini - 5 til 10 m/s av útnyrðingi-norði - skýggjað, og fyri tað mesta turt.

Fyrrapartin í morgin - ólavsøkudag, tá ið skrúðgonga er - er skýggjað og helst turt, tó kann okkurt hissini æl vera. Vindferðin framvegis 8 til 13 m/s av útnyrðingi-norði.

Út á seinnapartin fer vindurin at minka, og turt. Um nátturðatíð er vindferðin komin niður í 3 til 8 m/s. 

Hitin ólavsøkudag fer at liggja um 9 til 11 stig.

Góða ólavsøku

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík