Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óvirðilig og ósaklig framferð av løgmanni

SKRIVAÐ: John Zachariassen, nevndarformaður í SEV  |  29.07.2020 - 09:19 Tíðindaskriv

Tað er eitt álvarsmál, tá løgmaður leggur SEV undir óreglusemi, og leggur upp til stríð, heldur enn samstarv um broytingar á elorkuøkinum. Harumframt misnýtir løgmaður eitt mál, sum er í gongd í umsitingini, í síni herferð móti SEV

Gjørdist sera skakkur av at hoyra útsagnirnar hjá løgmanni fyrrapart ólavsøkuaftan í KvF, har løgmaður alment sáar iva um handfaring og reiðiligheit hjá SEV, í eini roynd at rættvísgera eina skundaða sundurskiljing av SEV.

Tað er serstakliga harmiligt, at kommunurnar og SEV ikki eru boðin við í eitt samstarv, ella í minsta lagi eitt virðiligt samskifti um, hvussu elorkuøkið í Føroyum skal skipast, so tað er til gagns fyri føroyska samfelagið, brúkaran og grønu kósina.
 
Kommunurnar, vinnan og alt Føroya fólk hevur krav uppá, at elorkuøkið, sum er ein hornasteinur undir føroyska samfelagnum, verður virðiliga og sakliga viðgørt. Ætlaðar betringar eiga at verða framdar við skili og undirbygdum grundgevingum og ætlanum  – heldur enn at verða skundaðar ígjøgnum.
 

 

Nýtir óloystan tulkingarspurning í herferðini móti SEV

Fyri at undirbyggja ætlanir sínar um sundurskiljing, vísir løgmaður í samrøðu við KvF í dag til eitt mál millum Elveitingareftirlitið og SEV um tulking av inntøkutrygdini í útbjóðingartilfarinum og eftirfylgjandi avrokning av vindorku í Húsahaga sum grundgeving.

Til tað er at siga, at inntøkutrygdin, sum orkumyndugleikin ásetti í sambandi við útbjóðingina av vindmyllulundini í Húsahaga í 2012, var júst sett fyri at tryggja javnbjóðis kapping. Ikki allir partar, sum bjóðaðu, høvdu egnar vinddátur sum neyðugt grundarlag fyri tilboði. Tí gav myndugleikin øllum eitt og sama grundarlag at  bjóða út frá, við at áseta eina árliga inntøkutrygd  á 41,4 GWt, soleiðis at allir partar høvdu somu fortreytir at bjóða eftir.

Tað er ósakligt av løgmanni at brúka hetta mál til at undirbyggja sínar egnu niðurstøður. Í fyrsta lagi tí at hetta málið ikki snýr seg um sundurskiljing, men um tulking av útbjóðingartreytum og avrokningarmannagongd. Í øðrum lagi tí at málið er í gongd og eingin niðurstøða fyriliggur enn.

 

 

SEV leggur upp til samstarv  

Tó at SEV fleiri ferðir hevur boðið seg til at samstarva við landsstýrið um framtíðar eløkið í Føroyum, eru SEV og kommunurnar hildnar uttan fyri arbeiðið higartil, sum er gjørt handan stongdar dyr.

Eg fari enn einaferð at vísa á, at kommunurnar og SEV fegin luttaka í samskifti og samstarvi um framtíðarætlanir fyri elorkuøkið í Føroyum.

 

Góða ólavsøku

 

John Zachariassen, nevndarformaður í SEV

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum