Lýsing
Lýsing
Lýsing
Cassiopeia er tað seinasta av skipunum, ið hava ligið í Ánunum við smittaðum sjómonnum umborð. Nú hevur skipið so loyst og er farið at sigla. | Mynd: Egin mynd.

Cassiopeia farin úr Norðhavnini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.07.2020 - 22:34 Tíðindi Vinna

Mikil orðadráttur hevur verið um skipini, sum hava ligið í Norðhavnini seinastu dagarnar. Fyrst var tað fiskiskipið Karelia, har 23 mans vórðu smittaðir við Corona, og tveir av teimum eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. Síðani var tað trolarin Yantarnij, ið fór, og í dag er farmaskipið Cassiopeia so eisini farið úr Norðhavnini.

Umborð á Cassiopeia eru 23 mans, og av teimum eru, so vítt vit vita, 11 mans smittaðir við Corona – 6 ólavsøkuaftan og kl. 10 í morgun vóru so 5 smittaðir afturat. Cassiopeia siglir við farmi, og skuldi eftir ætlan til Afrika. Landslæknin hevur mælt teimum frá at fara hagar, men tá skipið er farið út um føroyskt sjóøki gera skipari og reiðarí sjálvi av, hvat teir gera. Ein møguleiki er, at skipið setir kós, men bíðar við at fara inn í havn, til allir menninir eru vorðnir frískir aftur.

Fyrr í dag visti Kringvarpið annars at siga, at Cassiopeia skuldi liggja í Norðhavnini til í morgin, men nú hevur skipið so loyst frá kai. Tá skuldu boð koma frá reiðarínum um, hvussu farast skuldi fram. Møguliga eru tey boðini longu komin.

Yantarnij og Karelia vórðu russisk, og Cassiopeia er eitt litaviskt skip.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…