Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð og video: Gamli blokkurin í land av Norðborg

SKRIVAÐ: Myndir, video og tekstur: Oliver Joensen  |  31.07.2020 - 12:11 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjárkvøldið varð set hol á síðuna á Norðborg og blokkurin av motorinum, sum fekk so stóran skaða seinasta túrin hjá skipinum, at hann mátti útskiftast.

Talan er um ein Bergendiesel. Til alla lukku heppnaðist at finna ein sama slag blokk, ið ongantíð hevði verið brúktur. Hesin er nú á veg til Føroya við fraktskipinum Pictor J, ið verður á Tórshavn í dag um fýratíðina.

Arbeiðið at fáa gamla blokkin úr skipinum hevur gingið fyri seg í fleiri dagar. Mest hevur fingið til uppgávu at taka blokkin úr skipinum og at seta nýggja blokkin í aftur skipið, ímeðan KSS í Klaksvík hevur fingið uppgávuna at avmonterað alla útgerð av blokkinum og at montera alt aftur á nýggja blokkin, tá hesin er settur í aftur Norðborg.

Í gjárkvøldið var so seinasta stigið at fáa blokkin úr skipinum tikið. Byrjað var seint seinnapartin, tá hol var sett á síðuna á Norðborg og síðani gekk alt slag í slag. Tveir stórir kránar vóru komnir í Ánirnar at standa fyri uppgávuni, annar úr Havn og hin frá Ivan Bilar.

Arbeiðið gekk sera væl, og ikki sørt av spenningi var kring tiltakið, tí nógv fólk vóru møtt upp, at síggja menn flyta 33 tons tunga blokkin úr skipinum. Tað segðist at blokkurin skuldi viga 25 tons, men tað vísti seg at hann vigaði um 8 tons meira og hetta var ein avbjóðing hjá kránunum, men til alla lukku gekk væl. Neyðugt var at leggja Norðborg langt á bakborðsíðu, soleiðis at blokkurin kundi fáast av millumdekkinum, ið er undir sjóvarmálanum, upp á kaikantin.

Ikki fyrr enn klokkuni leið til tvey í nátt, stóð maskinblokkurin, defekti, á keiini í Ánunum. Í kvøld verður so uppgávan at seta nýggja blokkin í skipið.

Jens Hansen frá Mest stóð fyri tiltakinum ímeðan Mest hevði lænt fólk frá KSS.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valveðrið
Sjálvstýri er einasta alternativ til før…
Varpið aðalfund
Mjølnir má vinna í kvøld!
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu