Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ málveitsla á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.08.2020 - 17:07 Ítrottur Tíðindi

Tað var greiður munur millum KÍ og botnliðið Skála.

Tað endaði við heili 6-0 til KÍ móti Skála í dag. KÍ byrjaði í einari 3-5-2 leikskipan, men skifti í seinna hálvleiki yvir til 4-4-2. Útfrá hesum dystinum so var áhugavert at síggja, at Heini Vatnsdal spældi allan dystin í miðverjuni. Hinvegin bleiv Deni Pavlovic fluttur fram á miðvøllin, tá Odmar Færø fór út. Hetta kundi verið ábending um, at Heini Vatnsdal fyrst og fremster ætlaður at spæla sum miðverji, har hann eisini spældi nærum altíð fyri Fremad Amager hesi síðstu árini.

Patrik Johannesen var eyðsýndur í dag og var við í fýra av teimum seks málunum. Hann hevur fimm upplegg síðstu tveir dystirnar. Eisini Jóannes Bjartalíð var eyðsýndur í fyrra hálvleiki, har hann skoraði tvey mál í spæli og legði upp til eitt mál. Páll A. Klettskarð skoraði sítt mál nr. 116 fyri KÍ í bestu deildini og manglar nú einans seks mál fyri at hava skorað flest mál í søguni hjá KÍ.

Málini hjá KÍ skoraðu Jóannes bjartalíð (2), Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Páll A. Klettskarð og Jonn Johannessen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Amanda Hansen 100 ár
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…