Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ráðhúsið, dagstovnaøkið og COVID-19

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.  |  06.08.2020 - 17:12 Tíðindaskriv

Nú farsóttin, COVID-19, av álvara hevur tikið seg uppaftur í Føroyum, hava vit í Runavíkar kommunu viðgjørt málið í mun til tað, sum vit higartil hava frætt og vita um støðuna.

Støðan er órógvandi, og í løtuni tykist hon leikfólki soleiðis, at tamarhald ikki er á støðuni, hóast myndugleikarnir gera alt sum neyðugt er fyri at basa nýíkomnu kyknanini. Nær ein greiðari niðurstøða fyriliggur, er ilt at vita, men vit hava valt at binda um heilan fingur, so langt sum tað røkkur.

 

Dagstovnaøkið

Ætlandi skuldu ansingarstovnarnir í Runavíkar kommunu lata uppaftur mánadagin í næstu viku – hin 10. august.

Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at farsóttin av álvara hevur tikið dik á seg aftur, er ongin orsøk til at váða møguleikan fyri, at smittan sleppur inn um ansingargrindirnar.

Tí er avgerð tikin um, at stovnarnir Sellin, frítíðarstovan Varðin, Barnagarðurin á Mýrunum, Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Frítíðarskúlin við Stórá og Dagrøktin ikki taka sítt virki upp sum ætlað - nú mánadagin.

Ístaðin byrjar virksemið á ansingarøkinum aftur mánadagin hin 17. august 2020.

 

Ráðhúsið

Úthurðarnar í Ráðhúsinum í Saltangará hava verið stongdar vegna summarfrí í hálva triðju viku, og sambært ætlanini skuldu tær latast uppaftur mánadagin hin 10. august.

Hurðarnar lata nú ikki uppaftur fyrrenn mánadagin hin 17. august, kortini svarar telefonin og samskiftast kann umvegis teldupost. Flestu ørindi kunnu avgreiðast á tann hátt, men um neyðugt, undantaksvíst, má onnur loysn finnast.

Hendan er støðan fram til mánamorgunin hin 17. august 2020. Alt eftir hvussu gongdin í COVID-19 málinum verður fram eftir næstu vikuni, verður meiri at frætta frá Runavíkar kommunu.

 

Vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
Framvegis fleiri veljarar enn 2022
Framvegis nógv fólk á vali
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Blaðstjó­rin tippar valið
Nógv hava valt í Klaksvík í morgun
Blaðstjó­rin vitjar valkafé'ir í býnum
Mikladalur valdi mest lokalt í Norðoyggj…
- Og so gloymi eg at eta
- Um tit vilja hava uppskrift, ella onkr…
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…