Lýsing
Lýsing
Lýsing

Einmælt samtykt

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  13.08.2020 - 19:03 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fyrr í vikuni bar Løgtinginum.

Umframt at tryggja dagpengar til arbeiðsfólk og dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald, eru eisini aðrir batar, sum skulu minka um avleiðingarnar av COVID-19-støðuni. Eisini teir fólkapensjonistar, sum í vár hava fingið lønarískoyti, tí teir vóru heimsendir orsakað av Covid-19, fáa aftur rætt til lønarískoyti. Við hesum verða arbeiðandi fólkapensjonistar og sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar javnsettir við tey, sum eru í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið stendur saman um broytingarnar. Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, sum er, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst, og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív.
Meira kann lesast um samtyktu lógirnar her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…