Lýsing
Lýsing
Landsgrannskoðanin hevur skrivað frágreiðing um, hvussu almennu Føroyar halda seg til játtanirnar hjá Løgtinginum. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Bleytu virðini fara oftast út um játtanina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2020 - 16:35 Tíðindaskriv Tíðindi

Almannamál og heilsumál eru tey, sum hava størst lyndi til at fara út sum sínar játtanir, meðan uttanríkis- og vinnumál og fíggjarmál brúka væl minni, enn teimum er játtað. Landsgrannskoðanin hevur hugt at fíggjarárinum 2019 og hevur skrivað frágreiðing um tað. Vit hava gjørt ein samandrátt, og eisini hugt at, hvussu okkara lokalu almennu stovnar halda seg til sínar játtanir.

Løgmansfyrisitingin heldur seg sum heild heilt væl til játtanina. Har eru tvær høvuðskonti, sum fara út um sína játtan, og tær eru útreiðslur til landsstýrisfólk og endurgjald til brotsverksoffur. Har varð roknað við, at fráfarna landsstýrið helt fram, men sum kunnugt bleiv landsstýrið útskift, og tað kostaði so 660.000 meira í útreiðslum til eitt nú bíðipengar. Endurgjald til brotsverksoffur er nýggj játtan.

Fíggjarmálaráðið hevur uppaftur vakrari tøl. Har er minninýtslan størri enn meirnýtslan, ið vil siga, at fleiri høvuðskonti vísa eitt avlop heldur enn minus. Talgildu Føroyar og tænastumannaeftirlønir, umframt stuðul til dupult húsarhald standa fyri tí mesta av meirnýtsluni, men tað verður væl og virðiliga uppvigað av minninýtslu hjá øðrum stovnum (kontum). Omanfyri 4 milliónir eru brúkar ”ov lítið” og minni enn 1 millión er brúkt ov nógv undir Fíggjarmálaráðnum.

Innanfyri fiskivinnumál er tað havrannsóknarskipini, sum eru strikan í roknskapinum. Magnus Heinason hevur brúkt 838.000 ov nógv, og nýggja havrannsóknarskipið 229.000 ov nógv. Hetta skal tó síggjast í ljósinum av, at tað er av eini samlaðari játtan uppá omanfyri 108 milliónir. Og eisini í Fiskimálaráðnum er minninýtslan størri enn meirnýtslan.

Á mentanarøkinum hava serliga Sernám og Kringvarpið brúkt ov nógv, ávikavist 384.000 og 460.000 krónur. Eisini eru Kirkjubømúrurin og Listasøvnini farin út um sína játtan við ávikavist 41.000 og 103.000 krónum. Men har eru heilt nógvir stovnar undir Mentamálaráðnum, ið hava annaðhvørt brúkt ”ov lítið” ella sum hava dugað at rakt nullið. Mentanarøkið er eisini merkt av, at verkætlanir (enn) ikki eru blivnar til nakað, hóast tær hava játtan, eitt nú Tjóðleikhúsið og Listaskúlin á Sandoynni.

Tað er innanfyri heilsumál, at tær størstu budgettspreingingarnar eru. Heilsutrygd er farið 5,6 milliónir út um sína játtan, Landssjúkrahúsið 3,8 milliónir, Suðuroyar Sjúkrahús 3,9 milliónir og viðgerðarstovnurin Frælsi 800.000 krónur. Í hesum roknskapinum sæst eisini, at útreiðslurnar til val vóru 1.785.000,-, ið eru 85.000 meira enn játtað. Klaksvíkar Sjúkrahús er ein kontravekt til meirnýtsluna; Klaksvíkar Sjúkrahús brúkti yvir 5 milliónir ”ov lítið” í løgujáttan og 98.000 krónur ”ov lítið” í rakstri.

Almannaøkið hevur størri meirútreiðslur enn minninýtslu. Her er tað fyrst og fremst dagpeningaskipanin, ið er farin 5,2 milliónir út um sína játtan. Barnapengar, barnaískoyti og barnavernd hevur kostað knappa millión ov nógv tilsamans. Her er Familjufyrisitingin kontravektin við at hava brúkt yvir eina millión minni enn játtað, men innanfyri almannaøkið megnar tað ov lítið brúkta ikki at uppviga tað ov nógv brúkta.

Uttanríkis- og vinnumál halda seg hinvegin ótrúliga væl til játtanirnar, og hava í heilt nógvum førum brúkt minni enn játtað. Her er bert farið 1.000 krónur út um játtanina, umframt at inntøkur uppá 75.000 útiblivu, men annars eru umleið 8 milliónir minni brúktar enn játtað. Her er ein tungtvigandi orsøk tó, at Sjóvinnustýrið ikki hevur bygt sín bygning.

Á samferðsluøkinum er tað Strandferðslan, sum teknar seg fyri størstu meirnýtsluni, 1.372.000, um ein sær burtur frá, at tað at tað ikki eydnast landinum at selja bygningar fyri 25.000, eisini er bókað sum meirnýtsla, hóast tað er vantandi inntøka.

Um vit fokusera uppá almennu stovnarnar í Norðoyggjum, so útmerkar Klaksvíkar Sjúkrahús seg við at brúka munandi minni enn játtað, bæði í løgum og í rakstri. 98.000 krónur leypa av í rakstrinum. Tekniski Skúli hevur brúkt 1.000 krónur ov nógv í løgum og 633.000 ov nógv í rakstri. Húsarhaldsskúlin heldur seg til løgujáttanina uppá 2,5 mió., harav 1,6 mió. eru brúktar og 900.000 støðlaðar; her er rakstur ikki upplýstur. Klaksvíkar HF-Skeið er farin 45.000 kr. út um játtanina. Íverksetarahúsið hevur fingið 1,1 mió. og hevur hildið seg til ta játtanina.

 

Øll frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini um meir- og minninýtslu kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald