Lýsing
Lýsing
Niels Juel Arge við eyðkendu V4-trumluna í táttinum, ið hevði til endamáls at fíggja útvarpinum eitt nýtt hús. Dreymurin varð rokkin í 1982 | Mynd: nielsjuel.fo

Niels Juel Arge verður ongantíð gloymdur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2020 - 18:28 Leiðarin Mentan Tíðindi

Tann 20. august, dagurin tá hesar reglur verða skrivaðar, hevði slóðarin og megnarmaðurin Niels Juel Arge fylt 100 ár, var hann framvegis á lívi. Eftir hann liggur ein ørgrynna av avrikum, serliga útvarpssendingar og bókaútgávur. Men Niels Juel var ein túsundkunstnari og er eisini kendur úr millum øðrum ítrótti, politikki, skúlahøpi og innan sigling. Nú hava eftirkomararnir tikið stig til eina heimasíðu hendan avrekskappa.

Niels Juel var bankalærdur, men byrjaði sína yrkisleið sum læraravikarur í Klaksvík. Her var hann vikarur í tríggjar mánaðir í 1941, áðrenn hann gjørdist lærari úti í Mykinesi. Sagt er frá hesum skeiði hansara, at hann varð avbyrgdur úti í Mykinesi vegna veður, umframt at annar heimsbardagi leikaði í tá. Tá Niels Juel loksins slapp av oynni í 1942, fór hann ikki aftur vestur.

Tað sum Niels Juel fyrst og fremst er kendur fyri, er sum ”røddin í útvarpinum”. Hann var við í Útvarpi Føroya frá byrjan í 1957 saman við Lias í Rættará, Hjørdis Thomsen og Axel Tórgarð. Tað var kendi politikarin Edward Mitens, ið setti Niels Juel í starvið, fyrstu 3 árini sum upplesara, men síðani 1960 sum stjóri, ið eisini skuldi gerast hansara lívsstarv. Tað var Niels Juel, ið fekk eyguni upp fyri teimum seinni so navnframu Ívar Iversen og Marius Rein.

Niels Juel Arge dugdi at gera alt spennandi, og segði frá við somu innliving, hvat antin tað var tarvafekting í Spania, talvi í Føroyum, ella teimum breidru ítróttunum fótbólti og kappróðri. Og tað var ikki bert sum frásøgumaður, men eisini sum íverkseti og stigtakari. Kanska tann kendasti arvurin eftir Niels Juel er V4-drátturin, ið hevði sum endamál at innsavna pening til eitt nýtt hús til útvarpið. Tann dreymurin gekk út í 1982.

Tey sum eru komin nakað til árs minnast, at V4-sendingarnar vóru veruligar undirhaldssendingar. Men eftir at Niels Juel fór frá vegna aldur, sama ár sum hann fylti 70, varð V4-sendingin skorin inn á bein til bert at vera dráttur av sekstan tølum. Men endamálið var rokkið.

Av tí at Niels Juel hevði serstakliga góðar gávur at siga frá bæði munnliga og skrivliga, varð ofta heitt á hann. Hann skrivaði minnisritið til Sjóvinnubankan á bankans 50-ára degi, eins og eina bók um Sløkkiliðið í Havn sama ár, flaggsøguna og eina bók um argjamenn. Og hetta er bert ein brotpartur av tí bókaarvi, ið liggur eftir hann. Niels Juel var dokumentaristur um ein háls og tað var serliga tað siðsøguliga, hann festi á blað.

Tað er ógjørligt at draga alt tað fram, sum Niels Juel hevur lagt eftir seg í eini avmarkaðari grein sum hesari – til tað er tilfarið nóg stórt í vavi til at kunna fylla eina bók afturat – men tað slepst ikki undan at nevna bókaraðirnar Stríðsárini og Teir sigldu úti.

Niels Juel andaðist 74-ára gamal í 1995. Eftir hann sita konan Petra, sum í dag er 97-ára gomul, og tey fýra børnini Suffía, Jógvan, Ólavur og Magni. Elsta systurin Jórun doyði í 2011. Helst er tað sonurin Jógvan Arge, sum í størstan mun lyfti arvin eftir pápan og eisini ríkaði okkum við bæði útvarpssendingum og bókum í hópatali. Eftirkomararnir eftir Niels Juel hava nú tikið stig til at gera eina heimasíðu, nielsjuel.fo, til heiðurs og minni um megnarmannin Niels Juel Arge. Síðan er longu sera spennandi og sær út til at kunna gerast eitt heilt savn rundan um arvin eftir Niels Juel Arge.

Takk fyri alt, Niels Juel.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli
Johnny í Grótinum um føroyska búskapin
Team Klaksvík selja fýrverk
Regin smiður góð ummæli