Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bókin Finka - Føroyskt til 2. flokk er innstillað til altjóða virðislønina Belma, ið verður handað tann 14. oktober í Frankfurt.

Finka innstillað til altjóða virðisløn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2020 - 20:49 Mentan Tíðindi

Bókin Finka – Føroyskt til annan flokk er innstillað til heiðurslønina Belma Awards 2020. Tað eru tær báðar Marianna Skarðenni Poulsen og Kathrina Skarðsá, ið standa aftanfyri útgávuna, og hon verður mett at vera so mikið góð, at hon er ein virðiligur kandidatur til eina altjóða heiðursløn.

BELMA stendur fyri Best European Learning Materials Award og er ein virðisløn fyri lærubøkur til fólkaskúlan og lutvíst til forskúla eisini. Føroyska bókin Finka – Føroyskt til annan flokk er innstillað í kategori 2, ið er fyri lærubøkur til 8-10-ára gomul, men sum eisini kunnu latast fyri lærubøkur til 11- og 12-ára gomul. Har skúlarnir eru býttir sundir í grundskúla (primary education), ber til at lata hesa virðislønina fyri undirvísingartilfar upp til 4. floksstig.

Sum heitið sigur, er tað sum lærubókatilfar til 2. flokk, at Føroyar nú hava fingið eina altjóða instilling. Belma letur annars virðislønir fyri undirvísingartilfar líka upp til vaksnamannalæru, men tað er býtt sundur í 4 kategoriir, umframt at har eisini er ein serlig virðisløn fyri serligt tema. Í 2018 varð serliga virðislønin latin fyri diversitet og inklusión.

Tær innstillaðu bøkurnar í somu kategori sum Finka eru: Dreifach Mathe og Deutschbuch úr Týsklandi, verkið La Casa Nel Bosco & Destinazione Bellatrix úr Italia, Písmenková Polívka og Prvouka úr Tjekkia, Matemaatika úr Estlandi, Schmetterlinge úr Schweiz, eitt verk við 4 bókum um mál, lesing, støddfrøði og samleika úr Bulgaria, Mira’s Magic World – Easy 1. Students Kit úr Eysturríki, og so føroyska Finka – Føroyskt til annan flokk.

Endaliga avgerðin um, hvør vinnur, verður kunngjørd tann 14. oktober á tiltaki í Frankfurt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum