Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Michelsen, táverandi landsstýrismaður, greiðir Jan Lamhauge frá ætlanunum um at skilja Føroya Tele sundur tann 13. apríl 2018. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Undanfarna samgonga vildi eisini skilja Føroya Tele sundur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.09.2020 - 21:46 Politikkur Vinna

Eftir kjakið í Degi og Viku í kvøld stendur hyggjarin eftir við fatanini av, at samgongan er fyri at skilja netpartin frá Føroya Tele, meðan andstøðan er ímóti. Tað er eisini fatanin, man fær við at lesa lesarabrævið “Latið Føroya Tele fáa frið” hjá Bjørt Samuelsen tann 23. juli. Men skrúva vit tíðina nøkur ár aftur, so arbeiddi undanfarna samgonga eisini við at skilja Føroya Tele at. Og undanfarni vinnumálaráðharrin, Poul Michelsen, arbeiddi eisini fyri, at stjórin í Føroya Tele ikki longur skuldi vera nevndarformaður í FT Net.

Longu tann 17. desember í 2014 leggur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, sum eisini tá sat í andstøðu, fram eitt uppskot til samtyktar um “um at leggja ognarrættin, raksturin og

umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment felag”. Hetta er ikki í sær sjálvum eitt einskiljingaruppskot, men í viðmerkingunum stendur:

“Um landsstýrið einaferð ætlar at einskilja Føroya Tele, eru flestu serfrøðingar samdir um, at landið ikki skal selja virksemið í FT Net eisini, men varðveita virksemið í einum almennum felag. Skilvísið í hesum er, at eitt privat monopol er munandi verri fyri kappingina enn eitt alment monopol.

Við at leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment felag, er sostatt eisini klárt at einskilja Føroya Tele, um og tá tað skuldi verðið aktuelt.

Víst verður annars til hjálagda skriv frá Vodafone og Elektron til Kappingarráðið tann 20. desember 2010.”

 

Hetta varð so ikki samtykt. Men fýra ár seinni er Poul Michelsen vinnumálaráðharri, og tann 13. apríl boðar hann frá, at “Nú verður fyrsta stigið tikið til at skilja FT Net frá Føroya Tele.”, og ein partur av teimum broytingunum er neyvt tann sama, sum fekk stjóran í felagnum at leggja frá sær fríggjadagin í farnu viku, nevniliga at stjórin í Føroya Tele ikki longur skuldi vera nevndarformaður í FT-Net.

Vágaportalurin skrivar eisini í kvøld, at tað sum Poul Michelsen, táverandi vinnumálaráðharri, segði tann 13. apríl, samsvarar sera illa við tað, sum Høgni Hoydal segði í kjakinum í Degi og viku í kvøld. Tí bæði ætlanirnar um at skilja netpartin frá Føroya Tele, og tað ikki longur lata stjóran í Føroya Tele vera nevndarformann í FT-Net, eru nakað, sum bæði hendan og undanfarna samgonga hava verið samd um.

 

Kelda og video: Nú verður fyrsta stigið tikið til at skilja FT Net frá Føroya Tele.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…