Lýsing
Lýsing
Lýsing
Janus Wiberg (Mortensen), sum vit best kenna frá "Mítt vakra Føroya land", roynir seg nú uttanfyri landoddarnar, sambært ummælinum við framúr góðum úrsliti. | Mynd: Youtube

Janus Wiberg fær framúr ummæli í Danmark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.09.2020 - 11:44 Mentan Tíðindi

Við m.a. sjónbandalagi úr Klaksvík fær sangarin Janus Wiberg serstakliga góð ummæli av síni single “Når lyset rammer dig”, sum hann hevði undanútgávukonsert av á Hotel Coco. Útgávan verður gjørd saman við Søren Balsner frá Carpark North og Føroya egna Mariusi Ziska.

Vit kenna Janus best frá sanginum “Mítt vakra Føroya Land” frá 2017, sum er sæddur umleið 300.000 ferðir á Youtube, og fyri 9 mánaðum síðani fingu danir eisini eyguni upp fyri evnaríka føroyinginum. Tí í desember í fjør avgjørdi Janus Wiberg, at hann vildi spæla eitt album inn í Danmark og leitaði í tí sambandinum eftir einum donskum produsara. Valið fall á keyboardspælaran í Carpark North, sum vit í Føroyum eisini kenna væl, m.a. frá Voxbotni, Søren Balsner.

Síðan Side33 greiðir frá, at tað var sera torført fyri Janus at fáa fatur á Søren, men Janus hevði sett tað í seg, at tað skuldi vera hann, og tá tað endiliga eydnaðist, bjóðaði Søren Balsner Janusi til Danmarkar, har teir skjótt funnu út av, hvussu væl teir passaðu saman. Eftir at Søren hevði hoyrt Janus syngja fyrstu ferð var allur ivi beindur av vegnum um, at teir skuldu fara í samstarv – tað skuldu teir!

 ”Jeg fornemmer en form for urkraft hos de færøske musikere. Der er noget melankolsk og intimt dybt i dem. Sådan er det også med Janus. Det er som om, det gælder liv eller død, når han synger”, sigur Søren Balsner við síðuna Side 33 í sambandi við singluna ”Når lyset rammer dig”.

Við í samstarvinum er eisini tann í Føroyum so kendi Marius Ziska. “Når lyset rammer dig” er komponerað av Søren Balsner og Marius Ziska saman, meðan Janus Wiberg og Søren Balsner saman hava skrivað tekstin saman. “Det er et lidt af et stærkt og sejt nordisk trekløver, der har teamet op”, sigur Side 33, ið leggur afturat, at hendan trýsmæran hevur fleiri aðrar sangir í stoypiskeiðini.

Til hesa fyrstu framførsluna av “Når lyset rammer dig” vóru vegna Corona-avmarkingar einans 50 fólk á Hotel Coco, har undanútgávukonsertin var, men hetta gjørdi bara upplivingina meira intima. Ummælarin frá Side33 skrivar, at hann varð fullkomiliga tikin av bóli av framførsluni hjá Janusi Wiberg, ið framførdi fýra sangir fyri teimum útvaldu 50. Teir fýra sangirnir itu “Lose Somebody”, síðani ein sangur, sum var so mikið nýggjur, at hann onki heiti hevði enn, síðani tittulsangurin “Når Lyset rammer dig” og at enda sangurin “Kald”.

Um sangin “Når lyset rammer dig” skrivar ummælarin:

“Genren er synth-pop med en twist af lækker 80’er-sound, på den fede måde. En sang der sniger sig ind i øregangen og massere din høresans. Der var ingen snak i lokalet – alle som en stod tryllebundet over den rørende og sårbare og alligevel stærke vokal, og lyttede opmærksomt efter teksten, der bare oser af indestængte følelser i kærlighedens forpinte spil.”

“Når lyset rammer dig” kemur út talgilt tann 18. september.

 

Kelda og ummæli: Side33

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svar til KVF
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G…
Jóla­trøini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…
Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2…
Í hálvum gekki
Umleypandi veður í vikuni
STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steyp…
Seinastu dystirnir fyri jól
Loynifundur á Strondum
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt
Pætur Petersen og Joseph Michael William…
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024