Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðareiðis Renningin 2020 verður í morgin

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  14.09.2020 - 15:20 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Í morgin kl. 17.30 skipar Treysti fyri árligu Viðareiðis Renningini

Fyrstu ferð Treysti skipaði fyri rennikapping á Viðareiði var í 2005. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta hugnaliga rennitiltak. Undirtøkan seinnu árini hevur verið rættiliga góð.

Kappingarnar byrjað kl. 17.30 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.

Bólkarnir í 2020 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-6 ár f.2014 ella seinni) - renna 250m
Gentur/dreingir 7-8 ár (f.2012-2013) - renna 250m
Gentur/dreingir 9-10 ár (f.2010-2011) - renna 500m
Gentur/dreingir 11-12 ár (f.2008-2009) - renna 500m
Gentur/dreingir 13-16 ár (f.2004-2007) - renna 500m

Kvinnur/Menn (f.1975-2006) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1965-1974) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1964 ella fyrr) - renna 2,7 km

Heiðursmerkir til øll børn
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til øll børn, sum luttaka, og til nummar eitt, tvey og trý í vaksnu bólkunum. Harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar frá Føroya Bjór.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum frá kl. 16.45. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!

Myndir frá 2019 eru at finna HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Lýsing