Lýsing
Lýsing
Lýsing
Núverandi Kambur er seldur til Háldan Haldansen og felagið P/F HKO í Vestmanna, og Østerfjord skal so koma í staðin fyri. | Mynd: Fiskur.fo

Østerfjord kemur fyri Kamb

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2020 - 15:42 Tíðindi Vinna

M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord, ið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna. Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook. Nýggi Kambur kemur til Føroya síðst í oktober. Skiparin á Kambi hevur góðar vónir til skipið.

Østerfjord er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður, tekur 320 tons og hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið. Klakkur, sum kom til Føroya í januar, er einasta línuskipið umframt Østerfjord, sum eisini hevur dragibrunn. Á Klakki lata teir væl at dragibrunninum, sum teir siga hevur fyrimunir við dragibrunni, og Klakkur hevur eisini fiskað væl.

Skiparin á Kambi, Mortan Mortensen, sigur við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Østerfjord er í góðum standi, men at nakrar fáar umvælingar skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap. 

Tá Norðlýsið spyr Mortan Mortensen, um hann hevur góðar vónir, svarar hann skjótt: "Tað má man hava, ella dugir ikki".

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…