Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður túrur sunnanfyri í gjár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.09.2020 - 18:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vit tríggir, eg, Ásmundur og Hans Hjalti vóru ein túr við Spógvanum í gjár. Sunnukvøldið egndu vit tríggjar línur og um 7.30 tíðind í gjáramorgunin vóru vit leysir. Leiðin gekk út eftir Borðoyarvík, tosaðu um at fara í Svínoyarhavið, men veðurmenninir boðaðu frá landnyrðingi, so tá vit vóru gott og væl leysir av Skálanesi, varð avgjørt at seta hagani og í landsuður. Orsøkin til tess var, at vit kastaðu fyrst við tráðu og snellu, jú, væl var at kenna, so menn hildu at vit tað sama kundu seta her.

Væl gekst. Tá vit løgdu á, var væl á beinan vegin, og tað helt sær í vegin gjøgnum allar línurnar. Tá liðugt var at draga, mettu vit okkum at hava eini 600 pund av fiski í bátinum, mest hýsa, tó eini 200 pund av toski. Tað sást á summum toskum at "r" er í mánaðinum, men smáfiskurin sýntist vera væl fyri og eisini var livur í honum. Hýsan tóktist vera sera væl fyri, hon var rund og feit.

Vit sóu onki til svartfugl, skjótingartíðin nærkast. Men másasløgini og ikki sørt av skúvi vóru at síggja aftaná bátinum, tá menn kruvdu. Sum sæst á myndunum, so komu vit framvið einum reka, sum vit hildu vera innvølir av einhvørjum.

Tað gekk væl at draga og tíðliga seinnapartin vóru vit aftur í neystinum. So var at skera til frikadellur, knettir og til saltingar. tað gekk eisini væl, men áðrenn liðugt var, var dagurin langur. Í dag hava so allir hvør í sínum lagi hjálpt til heima við hús at fáa alt til høldar.

Ein góður og minniligur dagur bestu lýkindum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…