Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Telepvarpið (Skíggjamynd)

KÍ slapp við skrekkinum á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.09.2020 - 21:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevði stórar trupulleikar við at vinna móti botnliðnum Skála.

KÍ er oddalið eftir kvøldsins dyst á Skála. Men tað var alt annað enn lætt, tí KÍ skuldi stríðast fyri at fáa trý stig. Ikki tí, KÍ var samanlagt betra liðið og hevði teir stóru málmøguleikarnar, men í mun til støðið síðstu vikurnar, so var hetta kanska lakasta avrikið hjá KÍ síðani 6-2 tapið móti B36. Nógvir leikarar høvdu tað sera trupult og tað kann skyldast, at bara tríggir dagar eru frá harða dystinum móti HB, tí tað er ikki vanligt fyri føroysk lið. KÍ hevði tó fleiri frískar leikarar frá byrjan, ið ikki spældu stórvegis seinast. Harímillum fleiri, sum ikki hava spælt dystir í longri tíð, og tað kann eisini hava havt sína ávirkan. Harafturat skal sigast, at Skála spældi ein góðan dyst í verjupartinum og legði nógv fyri dagin soleiðis, at KÍ hevði tað sera trupult gjøgnum nærum allan dystin.Skála fekk hildið spenninginum allan vegin og síðstu løtuna manglaði ikki so nógv í, at onkur stórur málmøguleiki kom burturúr.

KÍ sigursmálið kom í seinna hálvleiki eftir eitt frísparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð, sum Deni Pavlovic skallaði í málið. Tætt er millum dystirnar hjá KÍ, tí longu leygardagin er aftur dystur, tá KÍ møtir TB á útivølli. Eitt mótstøðulið, sum tvær ferðir fyrr í ár hevur verið nær við at fingið stig móti KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevna program 2026
Icelandair fer at flúgva alt árið
Starvs­felagið nýggjan 1-ára sáttmála
Játtan til høvuðs­útbúgvingarstørv er týð…
Almenn móttøka á Sjóndepli­num
Barna­súkkling á Norð­oyastevnu
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Lýsing