Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggjar kommunur leggjast afturat Talgildu Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2020 - 14:01 Tíðindaskriv Tíðindi

Fyrrapartin í dag gjørdu tríggjar kommunur aftrat avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar.

Vága-, Sørvágs- og Sunda kommuna skrivaðu undir avtalu, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Sostatt eru tað nú 6 kommunur, ið hava gjørt avtalu. Frammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar. 

Kommunurnar kunnu nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum. Vangin er komandi tænastuportalur, har føroyingar trygt og lætt kunnu avgreiða almenn viðurskifti á einum stað. Felags snið og funkur fara at gera tað lætt hjá fólki at brúka tænasturnar.  

Kommunurnar veita í dag sínum borgarum nógvar ymiskar tænastur. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum. Við avtalunum í dag fáa gott 30.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. 

Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar fegnast um avtalurnar. Umframt kommunurnar eru átta landsstovnar í holt við at menna talgildar tænastur á Vanganum, og aðrir stovnar eru farnir undir fyrireikingar til at koma við á Vangan. 

"At talgildu tænasturnar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum er til stórt gagn fyri allar føroyingar. Tá ið loysnirnar verða mentar tvørtur um geirar, og vit brúka røttu amboðini, kunnu vit veita samanhangandi tænastur við høgari góðsku, sum føroyingar taka til sín og brúka í gerandisdegnum," sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

 

Talgildu Føroyar hava seinastu fimm árini arbeitt við at menna talgilt undirstøðukervi í Føroyum. KT kervið, Heldin, og fleiri av grundardátunum eru longu settar í verk. Seinni í ár verða Samleikin og Vangin alment tikin í nýtslu. Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið kemur í staðin fyri Mínlykil og seinni eisini fyri NemID. Samleikin livir upp til altjóða trygdarstandardar og fer við tíðini eisini at kunna brúkast til talgildar tænastur uttanlands.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra