Lýsing
Lýsing
Lýsing

Studentaflokkur vitjaði borgarstjóran

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  16.09.2020 - 16:43 Mentan Tíðindaskriv

Fyrrapartin í dag vóru næmingar frá norðuratlantiska studentaflokkinum, sum hetta hálva árið heldur til á Kambsdali, og vitjaðu Klaksvíkar kommunu. Hesir næmingar fáa ein vanligt miðnámsskúla prógv, men tað sum er serligt við skúlagongdini er, at tey ganga í skúla í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Fyrrapartin í dag vóru tey og kunnaðu seg um Klaksvíkar kommunu og um vinarbýarsamstørv. Tí eitt nú skulu næmingarnir til Sisimiut, sum er vinarbýur hjá Klaksvík, at ganga í skúla. Næmingarnir fingu fyrst ein bita at eta og síðani greiddi Jógvan Skorheim, borgarstjóri, teimum frá, um vinarbýarsamstørv hja kommununi og um góðu gongdina í Klaksvíkar kommunu seinnu árini. Eftir vitjanina fóru næmingarnir ein túr við Draganum, har tey skuldu sigla runt Kalsoynna.

NGK – Hvat er norðuratlantiski studentaflokkurin?
Norðuratlantiski studentaflokkurin er ein serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving. Les meira her.

Klaksvíkar Kommuna hevur hesar vinarbýir:

Sisimiut í Grønlandi
Kópavog í Íslandi
Wick í Skotlandi
Tróndheim í Noregi
Norrkøping í Svøríki
Tammerfors í Finnlandi
Odense í Danmark
Taiji í Japan
Skt. Pætursborg í Russlandi 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási