Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norröna fær eitt facelift 

SKRIVAÐ: Smyril Line  |  21.09.2020 - 14:05 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Hósdagin 19. desembur fer Norröna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo. Har skal hon verða fram til 4. mars í 2021. 6. Mars fer Norröna aftur úr Hirtshals til Føroya.

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.

"Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

"Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50," sigur hann.

Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.

Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av í og bara njóta tað.

"Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava," sigur Rúni Vang Poulsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð