Lýsing
Lýsing
Lýsing

Demenssamskiparaútbúgving av bakkastokki.

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.09.2020 - 16:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Á sjálvum altjóða Alzheimersdegnum 21. september 2020 beyð Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, luttakarunum á demenssamskiparaútbúgvingini vælkomnum. Tað eru Roðin, økistænastan á Skálafjørðinum og Noroyðar bú- og heimatænata, sum skipa fyri útbúgvingini. Høvuðsundirvísari  og høvuðsveitari av útbúgvingini er Birgitte Vølund, sjúkrarøktarfrøðingur og Master i gerontologi. Birgitte er kend innan demensundirvísing í Føroyum. Hon hevur undirvíst, so at siga, øllum demenssamskiparum í Føroyum.  

22 starvsfólk innan eldrarøktina luttaka í undirvísingini. Meginparturin eru starvsfólk í Roðanum og í Norðoyar bú – og heimatænastu. Nøkur eru úr VEKS, Nánd og Almannaverkinum.
 
Tað finnast nógv hagtøl um Alzheimer, og í nógvum førum er stór óvissa, tí tað kann ganga leingi áðrenn fólk fáa diagnosuna. Altjóða Alzheimerfelagið - Alzheimer's Disease International - metir, at 49 milliónir fólk í heiminum hava okkurt slag av demenssjúku ella minnissvinni. Hesi tøl eru frá 2019.
 
Tað eru ræðandi forsøgnir fyri demenssjúkum. Altjóða Alzheimerfelagið metir, at tað fara at vera 75 milliónir fólk í heiminum við minnissvinni í 2030 og heili 130 milliónir í 2050.
 
Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum í Føroyum liggja í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða í stórstan mun, í dag, fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum.
 
Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðnum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaka borgaranum og hansara avvarðandi tørvar - hvørt tað so er heima, á dagtilhaldi ella á røktarheimi.
Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan. Við júst hesi útbúgving verður vitanin styrkt.
 
Menningin innan demensøkið verður við hesum økt munandi og er hetta eitt átak, sum prógvar, at kommunala raðfestingin á hesum økinum, er at veita borgarunum við demens eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð. Roðin økistænastan og Norðoyar bú- og heimatænasta vilja við hesum tryggja eitt høgt fakligt støði bygt á ta vitunargrundarlag, sum finst, og sum allatíðina er í tráð við ta menning, sum fer fram á demensøkinum.
 
Tað týdningarmesta er, at luttakararnir fáa amboð og førleikar, sum koma teimum demensraktu, teirra familjum og kommununum tilgóðar.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…