Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

KVF vísir Europa League dystin hjá KÍ-Dinamo Tbilisi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.09.2020 - 14:44 Ítrottur Tíðindi

Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar.

KÍ skrivar soleiðis:

KÍ og Kringvarpið hava gjørt avtalu um at vísa dystin í Europa League hóskvøldi.

KÍ skal í eldin í Q3 í UEFA Europa League, hesaferð á Tórsvølli.
KÍ trekti FC Dinamo Tbilisi, sum eru verandi meistarar í Georgia. Hetta er eitt stórfelag, sum áður hevur verið í Føroyum, seinast í 2013 tá teir vunnu 9-2 samanlagt á EB/Streymi.

FC Dinamo Tbilisi er ein stórur biti at svølgja, tó kann alt henda í fótbólti.
Í farna umfari avgjørdu teir ikki fyrr enn í 97’ minutti, tá teir skoraðu til 1-0 uppá brotsspark, har teir annars vóru stórfavorittar.

KÍ hinvegin vunnu seg tvær ferðir víðari í Europa League farna kappingarár.
Í ár hevur tó verið eitt sindur øðrvísi, har KÍ fyrst kemur víðari á skriviborðinum ímóti Slovan Bratisslava, og síðan tapa 3-1 á útivølli ímóti Young Boys úr Sveits.

Vit koma ikki uttanum, at FC Dinamo Tbilisi eru favorittar í dystinum, men vit vita eisini KÍ eru væl fyrireikaðir og at alt kann lata seg gera.

Vinnarin í hesum dystinum skal spæla “Play-off” dyst til Europa League bólkaspælið. Einki føroyskt felag hevur áður leikt evropeiskan “Play-off” dyst.

Fótbóltsføroyar vóna sjálvandi, at KÍ stendur eftir við øllum!

Tíverri sleppa eingir áskoðarar til dyst á Tórsvølli, men dysturin verður vístur í Kringvarpinum eftir Dagur & Viku.
Av tí at D&V er kl. 19 tá dysturin byrjar, kunnu tey sum vilja síggja dystin frá byrjan síggja hann á www.kvf.fo.

Kringvarpið sendur oman á Tórsvøll beint eftir D&V og hevur fólk í sjónvarpstovuni í hálvleikinum og eftir dystin.

Góðan dyst øll somul!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…
Robert Williams undir skurð