Lýsing
Lýsing
Lýsing

Styrkt gongubreytatoymi

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin  |  22.09.2020 - 09:07 Politikkur Tíðindaskriv

Komandi býráðssetu eiga vegir, gongugeilir- og breytir at verða uppraðfest, bæði við manning og játtan. Síðani seinnu helvt av 90’unum hava vit havt eitt gongubreytatoymi, sum hevur virkað væl. Hóast hetta øki er vorðið meiri og meiri ovbyrjað, hevur tað ikki fingið lut í fíggjarvøkstrinum

Tað var í 1997, at býarverkfrøðingurin Heri Hammer, saman við borgarstjóranum, vóru á vitjan í Íslandi. Henda ferð kom í lag í sambandi við ætlanirnar um fast samband um Leirvíksfjørð, Norðoyatunnilin. Á ferðini løgdu teir eisini til merkis, hvussu tey skipaðu seg við viðlíkahaldi av býnum, har fólk burturav vórðu sett til at taka sær av gongubreytum og -geilum. Hetta átak varð lagt fyri politisku skipanina í Klaksvík og við góðari undirtøku, varð tað sett í verk.

Nógvu fyrstu árini vóru tað Trygvi Ragnarsson og Orla Petersen, sum myndaðu gongubreytatoymið. Eg minnist ein dagin, sum borgarstjóri, at eg var á veg inn í býráðshúsið og sá Trygva liggja á knæ og bøta um vakra steinsetta túnið. Eg sigi við hann: Nú, Trygvi, er nakað skil í? Hann svaraði: - Ja, eg dugi so betri mítt arbeiði, enn tú dugir at binda.

Júst tá hevði sending verið í KvF, kallað, ”Tvey ættarlið”, har eg, spurd um míni frítíðarítrív, hevði svarað, at í hondarbeiði var eg ongin ørn. Hesir báðir fryntligu menn, ið báðir fóru alt ov tíðliga, løgdu nógvar kreftir í gongubreytatoymið.

Síðani hava Líggjas Hansen, Hildebrand Andreassen og Jan Simonsen verið partar av gongubreytatoyminum. Í dag hava Hildebrand og Jan ábyrgdina og gera eitt gott arbeiði. Tað hevur fyri tað mesta verið í nýggjum økjum, arbeiðini hava verið framd, hetta hevur havt við sær, at nógv eftirdrag er á eldru økjunum vegna vantandi uppraðfesting fíggjarliga og viðvíkjandi manning.

 

Ein vøkur kommuna eigur
at vera betri viðlíkahildin

Vit hava alt ov nógv øki, ið líða undir vantandi viðlíkahaldi og harvið skemma okkara vøkru kommunu. Seinastu árini hava vit upplivað metstóran inntøkuvøkstur, takkað verið borgarunum og vinnulívinum. Hetta hevur tíverri, ikki sæst aftur í nóg stóran mun, í játtanum til viðlíkahald av bygningum, vegum, gongugeilum og -breytum.

Manglandi viðlíkahald hevur við sær, at vit øll gerast meiri líkasæl. Bygningar og vegir fella í órøkt, meiri órudd er at síggja, nógvir bilar uttan nummarspjøldur standa á almennum parkeringsplássum o.s.fr.

Mítt uppskot er, sum eg eisini havi roynt at framt í verki sum býráðslimur, at vit miðvíst seta meiri pening av í 2021, 2022 og 2023, so tekniska økið fær rúmsáttari umstøður at arbeiða við hesum so krevjandi máli.

Tíðin er komin, har viðlíkahald, reinhald og fríðkan fáa størri lut í fíggjarliga vøkstrinum.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

í Klaksvíkar Býráði

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar