Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ábyrgdarfullur varaborgarstjóri

SKRIVAÐ: Trina Elttør Eysturoy, Forkvinna  |  22.09.2020 - 10:45 Tíðindaskriv Vinna

”Mátaða óljóðið er meir enn 17 dB omanfyri hámarkið, sum er heilt ræðuliga nógv. ” Tað er niðurstøðan av eini rúgvusmikilari kanning, sum Steingrund Akustik hevur gjørt í Ánunum. Tað var Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaborgarstjóri, sum bað um kanningina.

Borgarar í Ánunum kærdu í summar sína neyð undan skipum, sum seinnu fingu eyknenvini ‘koronaskipini’.  Hesi skip vóru eins órógvandi, sum so nógv onnur skip, ið borgarar í Ánunum hava klagað um seinastu mongu árini. Tó eru tað ikki bara borgarar í Ánunum, sum verða útsett fyri gangi av so ógvusligum slagi. Fleiri aðrastaðni í landinum líða fólk undir larmi, sum er nógvar ferðir yvir loyvda markið.

Hetta tíðarskeiðið, tá koronaskipini lógu inni, sat varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, í borgarstjórasessinum, tí sitandi borgarstjóri var í summarfrí.  Hon tók klagurnar álvarsliga, tók síðani eina ábyrgdarfulla avgerð og sendi boð eftir Steingrund Akustikk fyri at kunnu skjalprógva, hvussu nógvan gang skipini í veruleikanum eru atvoldin til.

Rapportin, sum Steingrund Akustikk, hevur gjørt, útfrá kanningarúrslitunum í Ánunum í summar, tala fyri seg. Kanningarúrslitini og rapportin skjalprógva, at gangurin, sum Klaksvíkar kommuna útsetir borgarar í Ánunum fyri, er langt omanfyri loyvda hámarkvirðið í einum búðstaðarøkið.

Steingrund Akustikk skrivar soleiðis í síni niðurstøðu: ”Mátaða óljóðið er meir enn 17 dB omanfyri hámarkið, sum er heilt ræðuliga nógv.”

Handfaringin hjá varaborgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu, kann sigast at vera slóðbrótandi. Ongantíð áður hevur felagið vitað um, at ein myndugleiki er farin so beinrakið til verka fyri veruliga at finna út av og skjalprógva trupulleikan. Hinvegin hevur felagið verið vitni til, at sannleikin verður fjaldur og burturforkláraður.

Hendan rapportin er ikki einans eitt skjalprógv um at gangurin er ov nógvur, men ein viðurkenning til teir borgarar, sum javnan verða skírdir fyri at vera grenj.

Við bíleggingini av ljóðkannini, fyri at skjalprógva umstøðurnar sum íbúgvarnir í Ánunum liva undir, vísti Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaborgarstjóri, at hon setir trivnaðin hjá borgararunum fremst og hevur vilja til at loysa trupulleikan.

 



 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við