Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tekningar í sambandi við eykajáttan avdúka, at linjuføringin verður í Ánunum. | Mynd: Føroya Løgting

Linjuføringin til Gerðabø er slept

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2020 - 17:16 Politikkur Tíðindi

Í tilfari, sum er lagt við málinum um eykajáttan í sambandi við trygdarútgerð til Tunlarnar Norður um Fjall, sæst, at arbeitt verður einans við tunnilsmunnunum við Ánirnar, Árnafjørð og Hvannasund. Talan er um ein yvirlitisplan og so tríggjar “visualiseringar”, ið skulu visa, hvussu tað fer at síggja út við tunnilsmunnarnar.

Á heimasíðuni hjá Løgtinginum liggur mál nr. 6/2020, ið er Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august fyri 2020-2”. Hóast ongin tekstur er at finna, burtursæð í upprunauppskotinum frá Beintu Løwe, so talar tilfarið sítt týðiliga mál. Sambært visualiseringunum skal norðari tunnilin, ofta róptur Hvannasundstunnilin ella Norðdepilstunnilin, koma út niðan fyri verandi berghol Norðdepilsmegin.

Árnafjarðartunnilin, sum syðri tunnilin vanliga verður róptur, liggur eisini niðanfyri verandi tunnilsmunna, og har verður ikki tann stóra broytingin. Men á visualiseringini av Ánunum sæst gamli tunnilsmunnin ikki, og tað sigur, at nýggi munnin kemur at liggja nakað burturfrá tí verandi. Men í øllum førum fer hann at koma út í Ánunum ella umleið Ánirnar. Í skjalinum ”Yvirlitisplanur” sæst at tunnilin verður boraður nakað sunnari enn verandi tunnilin.

Leingi hevur kjak verður um, hvør linjuføringin er tann besta, og nú hevur myndugleikin so eftir øllum at døma skorið ígjøgnum og tikið endaliga støðu: Árnafjarðartunnilin fer at hava sín vestara tunnilsmunna í Ánunum, og ætlanirnar um Gerðabø eru sleptar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett