Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, kennir til trupulleikarnar í Starvsfólkabygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hevur nú sett sær fyri at gera nakað við teir. | Mynd: Kringvarpið.

Beinir vil útvega fígging til Starvsfólkabygningin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 14:05 Politikkur Tíðindi

Sum uppfylging uppá málið um vánaligu korini á Starvsfólkabygninginum, vanliga róptur Personalebygningurin, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur Norðlýsið verið í sambandi við Beinir Johannesen, løgtingsmann, ið sjálvur býr í Klaksvík. Hann sigur, at hann kennir til trupulleikarnar og vil arbeiða fyri at fáa ta neyðugu játtanina til at seta bygningin í stand.

Trupulleikin er gamal. Og gjørt hevur verið vart við hann í øllum førum seinastu 4 árini. Í 2016 blivu Landsverk og Heilsumálaráðið gjørd varug við trupulleikan í Starvsfólkabygningum, sum er í ringum standi. Í stuttum er trupulleikin serliga tann, at gamla betongið er rivnað, og ígjøgnum rivurnar seyrar vatn inn og ger alt millum skins og hold vátt. Tað elvir til trupulleikar, ið sjálvandi eru verstir fyri fólk við ovurviðkvæmi, men sum eisini eru ósunnir fyri frísk fólk.

Læknar o.o. gistandi starvsfólk hava kært sína neyð um hetta, og í summum førum hevur verið neyðugt at útvegað teimum innivist aðrastaðni í býnum. Einstakar sjúkrameldingar hava verið millum starvsfólkini vegna hesar umstøðurnar, og í øðrum førum hevur verið neyðugt at flyta fólk millum rúm í bygninginum; úr rúmum, ið eru harðast rakt, til rúm, ið eru minni rakt. Sum skilst eru rúmini, sum liggja við útveggirnar norðureftir og suðureftir, harðast rakt.

Men nú ætlar tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Beinir Johannesen, sær so at gera okkurt við hetta, og hann arbeiðir í løtuni við at útvega peningin, ið skal til fyri at seta bygningin í stand. Norðlýsið fylgir við málinum, og meira verður at frætta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…