Lýsing
Lýsing

Viðarlundin 40 ár

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  28.09.2020 - 12:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrrapartin í dag var hátíðarhald Úti í grøv. Hátíðarhaldið var í samband við, at tað í ár eru 40 ár síðan fyrstu trøðini vóru gróðursett í viðarlundini. Veðrið var av tí fagrasta og nógv fólk høvdu leitað sær til hugaligu løtuna í grøvini. Á skránni vóru røður frá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, Asbjørn Lómaklett, fyrrverandi býráðslimi, og Jóhan Mortensen, formanni í skógfriðingarnevndin.

Her endurgeva vit røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra.

Góðan dagin øll somul

”Livet forstås baglæns, men må leves forlæns” er eitt orðafelli, sum flest tykkara mugu hava hoyrt.

Hetta rann fyri meg, tá eg fór at hugsa um, hvørjar tankar fólk mugu hava gjørt sær, tá ið fyrstu trøini í 1980 vóru gróðursett her úti í Grøv.

Sum menniskju, so hava vit ofta trupult við at síggja fyri okkum, hvussu ein verkætlan í framtíðini fer at síggja út.

Vit halda kanska, at hugskotið er gott, men orkan sum skal leggjast í at fremja verkætlanina, og fokus, sum áhaldandi má vera til staðar, kann verða avbjóðandi. Tí kann tað eisini verða trupult, at gleðast um nakað, sum vit ikki vita hvat er, ella, sum vit eru ótolin eftir at uppliva.

Men tíbetur eru altíð onkrar eldsálir, sum leggja nógv fyri at fáa verkætlanir at bera á mál.

Hans Jacob Joensen, sum var abbi okkara núverandi býargartnara Hans Hjalta Skaale, brendi veruliga fyri dreyminum um eina viðarlund.

Hann var miðvísur og raskur sum fáur, og tí eri eg sannførdur um, at hann hevði verið ógvuliga errin á hesum hátíðardegi, nú 40 ár eru liðin síðani fyrsta træið varð plantað.

Hann hevði heilt sikkurt ikki bert fegnast um egið avrik, men eisini fyri alt arbeiðið, sum Hans Hjalti hevur ment víðari, sum býargartnari. Tí hetta økið er í dag ikki bert ein viðarlund. Hetta er eitt økið við nógvum ógvuliga ymiskum søgum.

Sjálvur havi eg nógvar ymiskar upplivingar her úti í Grøv. Eg minnist, tá eg gekk í 6. flokki, og vit saman við skúlaflokkinum skuldu gróðurseta okkara egna træ úti í Grøv.

Tað var sjálvandi ikki ogn hjá okkum, men eg minnist, at ein hvítur tráður við einum merki, har tað stóð Skorheim á, varð krøkt rundan um træið. Eg fekk veruliga eina ognarkenslu, tí eg minnist, at eg fleiri ferð gekk út í viðarlundina omanfyri vegin fyri at fylgja við, hvussu træið vaks.

Eg eri sannførdur um, at hetta átakið hevur verið við til at fáa okkum børn at virða viðarlundina á ein heilt serligan hátt.

Tað er ongin loyna, at viðarlundin úti í Grøv er ein sonn náttúruperla. Tað uppliva vit serliga um summarið, tá ið ferðafólk og borgarar í býnum í hópatali vitja úti í Grøv.

Friður, áartutl og vøkru litirnir hava eisini gjøgnum árini gjørt hetta staðið til eitt tað mest avmyndaði plássið, tá ið tað kemur til brúðarmyndir. Ikki bara hjá norðoyingum.

Eg minnist, tá ið eg nýliga var blivin borgarstjóri, at eitt fyrikomandi útlendskt par kom inn í kommununa, har tey spurdu, um borgarstjórin kundi gifta tey úti í Grøv. Tað varð ein heilt serlig løta.

Og man ikki ein vøkur brúðarmynd av økinum her hanga á vegginum hjá teimum heima í Norra. Eg kann ímynda mær tað ????

***

”Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”!

Tað ger seg kanska serliga galdandi, tá ið unga ættarliðið undrandi kann spyrja, um tað er satt, at ein svimjihylur er úti í Grøv.

Tá ið nýggi bygningurin í Fjallafípuni í fjør varð tikin í nýtslu, so fortaldi eg børnunum, at tað júst er í svimjihylinum úti í Grøv, at ommurnar og abbarnir hava lært at svimja.

Eg fortaldi teimum, at vatnið í svimjihøllini er á leið 25 hitastig, men, at tá onkur tá í tíðini fann útav, at vatnið úti í Grøv varð 12 hitastig, so skundaðu tey sær at siga øllum hinum frá, og so tuskaðu øll út í Grøv at svimja. Tað hildu tey vera rættiliga imponerandi.

Á hendan hátt kunnu vit fáa okkara unga ættarlið at skilja, hvussu lívið úti í Grøv eisini hevur verið, men tað er avgjørt eisini okkara uppgáva, at halda teimum til, soleiðis at tey framhaldandi kunnu skapa sínar egnu søgur og upplivingar, sum eg vóni altíð fara at taka støðið í tí sum var.

Á hendan hátt fáa vit víst virðing fyri tí sum var, men geva samstundis pláss til nýggj ævintýr og nýggjar upplivingar úti í Grøv.

***

Tað kann vera trupult at síggja heildarmyndina fyri sær, tá økið er stórt og tómt og endaliga úrslitið ikki fyriliggur, men eg haldi, at vit skulu brúka dagin í dag til at minna okkum á, hvussu eitt úrslit kann koma at síggja út, um viljin, hugurin og áhaldni er í fokus.

Hjartaliga til lukku til øll tykkum, sum á ein ella annan hátt hava verið við til at myndað viðarlundina úti í Grøv.

Ein serlig tøkk skal sjálvandi verða til tín, Hans Hjalti, sum vegna kommununa, og saman við tínum starvsfólkum, hevur syrgt fyri, at viðarlundin er tann náttúruperlan, sum vit kenna hana í dag.

Hjartaliga til lukku!

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
ÍF fer at spæla heimadyst í Klaksvík mik…
Gamla Vesturhavið skal avloysa Borðoyarn…
Vallistar til býráðið
Stjørnan tekur ímóti Neistanum
Sang og Vitnisburðar­løtur á Eiði
Silvurbikarið funnið
Norðoya Litbúð keypt Contrive
KÍ møtir Vålerenga
Hallartún letur dyrnar upp í kvøld
Tíðarskeiðið í avbyrging og sóttarhaldi…
Lendisgøtur og View Point
Gadus siglir heim
Hilton Garden Inn Faroe Islands letur up…
Nýggj KT-heildar­tænasta í norð­urøkinum
Listi B í Fuglafirði stillar 12 valevni…
Áfram Eystur­kommuna
KÍ bjargaði sær sera týdningarmikið stig…
Skal ikki - skal!
Útróður í Klaksvík
Bárður Lydersen stillar upp fyri Framsók…