Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit skulu ikki bakka aftur til borgaralistar í samband við býráðsval

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.09.2020 - 17:22 Lesarabrøv Politikkur

Tað er sera umráðandi at vit ikki persóns-sentralisera býráðsvalið meira enn tað sum vit upplivad í løtuni bæði í lokal- og landspolitikkinum.

Orsøkin til at vit hava politiska uppstilling í øllum størri kommunum í landinum er at polittiska flokksskipanin er einasta alternativ sum mótvekt til borgarligari uppstiling har vit uttan iva høvdu fingið listar sum Spaniastovulistan, Betesdalistan, Kirkjulistan, Heimafriðlistan o.so.fr… Borgarlig uppstilling ferð einans at snúgva seg um einstøk mál og krógvar fyri veljarum hvar valevni standa politiskt hóast býráðssessurin er eitt beinleiðis springbretti inn til landspolitikkin.

Tað er ikki rætt at býráðspolitikkur ikki er polittiskur hóast hann ikki er loysing – samband. Kommunirnar umsita í dag barnaøki, eldraøki og sera tíðandi partar av skúlaøkinum og tungar og tíðandi partar av sosiala økinum og mentanarøkinum. Ikki minst á vinnøkinum, heilsuøkinum og so fram hevur býráðið alstóran týdning. Og á øllum hesum økjum hava kommunurnar verði munandi betur til at skapa menning fyri nevndu økir enn løgtingi megnaði tá hesi økir lógu undir landinum. Tí er eingin ivi um at fleiri økir verða løgd út á kommunurnar, sum eru nærri borgarunum og tí betur kunna skræddaraseyma almennu tilboðini til tørvin hjáborgarum í ymsu lokalsamfeløgunum.

Leikluturin hjá landinum verður alsamt meira at hava eftirlit við kommununum, við m.a. at lóggeva soleiðis at kommunur noyðast at samskipa almmenu íløgurnar v.m..

Skipanin við einum valdømi hevur sindra flokksskipanina, sum er sjálvt fundamenti undir einari vælvirkandi demokratiskari skipan sambært ástøðini.

Verandi polittiska uppstillingin forðar ikki fyri aðrari uppstilling so sum fákfelags, grønari og so fram. Fara vit nú aftur til borgarliga uppstilling fer hetta at gera græsrótar/sjálvbodna arbeiði í ymisku lokalfeløgunum enn veikari og er hetta størsta hóttanin móti demokratiðinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…