Lýsing
Lýsing
Lýsing

ICES tilmælið fyri uppsjóvarfisk 2021

SKRIVAÐ: hav.fo  |  30.09.2020 - 22:03 Tíðindaskriv Vinna

ICES kunnger í dag tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri 2021. Mest loyvda veiðan fyri makrel lækkar við 8%, fyri svartkjaft lækkar hon við 20%, meðan mest loyvda veiðan fyri norðhavssild hækkar við 24%.

 

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 852.284 tons fyri 2021, hetta er 8% lægri enn tilmælið fyri 2020. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 mió. tons, sum er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003, og liggur nú undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.26).

Strandarlondini ES, Noreg og Føroyar hava biðið ICES um at meta um eina nýggja langtíðar­umsitingatætlan fyri makrel. ICES hevur latið Strandarlondunum metingina í summar.

ICES hevur í summar endurskoðað tilvísingarvirðini fyri veiðitrýst (Fmsy = 0.26) og gýtingarstovn (Btrigger = 2,58 mió. tons).

Tilmæli.

 

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 929.292 tons fyri 2021, sum er ein minking á 20% frá í fjør. Gýtingar­stovnurin er mettur at vera 3,2 mió. tons, og er minkaður síðani 2018, men er enn oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Árgangirnir 2013-2015 vóru góðir, men tilgongdin síðani 2017 er mett at vera vánalig, og tí minkar stovnurin komandi árini.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2015, men vaks aftur í 2019, og er enn yvir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.32).

Tilmæli.

 

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 651.033 tons fyri 2021, sum er hækking á 24% frá í fjør. Gýtingar­stovnurin er 3,5 mió. tons, og hevur verið í støðugari minking síðani 2008. Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast (3,184 mió. tons). Tilgongdin síðani 2005 er mett at verða vánalig, undantikið árgangirnir 2009, 2013 og 2016.

Tað er serliga 2016 árgangurin, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum, sum er høvuðsorsøkin til, at ein hækking nú sæst í tilmælinum.

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015, og er nú fari upp um hágmarkinum fyri, nær varsemi skal vísast.

Tilmæli.

 

Talvan vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardygga veiðu (tons) fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel í 2021 og broytingarnar frá 2020 til 2021:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…