Lýsing
Lýsing
Lýsing

Signhild bjóðar seg fram aftur til býráðsvalið tann 10. november í ár

SKRIVAÐ: Norðoya Javnaðarfelag  |  04.10.2020 - 08:08 Politikkur Tíðindaskriv

Nú Norðoya Javnaðarfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, er greitt, at Signhild Johannesen, varaborgarstjóri, aftur er á listanum.

 

Signhild sjálv greiður soleiðis frá:

”Eg varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar býrað í 2012, men hevði tó sum næstvald á javnaðarlistanum roynt býráðsarbeiðið eina tíð áðrenn. Seinastu átta árini havi eg verið partur av meirilutanum, verið forkvinna í mentanarnevndini og limur í Umhvørvis-og býarskipanarnevndini, børn og ung og fíggjarnevndini. Eisini havi eg verið forkvinna í stýrinum fyri nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík. Hesi átta árini er nógv hent, og nógv er broytt. Men enn er nógv eftir at gera, og tað gevur mær hug at halda fram.

Dagliga arbeiði eg á Posta í Klaksvík og njóti frítíðina saman við familju, vinum, børnum og ommubørnum. Mær dámar væl at vera kropsliga virkin, og fái stóra gleði av einum góðum rennitúri ella hugnaligari samveru til tiltøk og annað í umráðnum. Tá eg seti mær mál, geri eg alt eg eri ment fyri at røkka teimum, og 15. august í ár náddi eg málinum um at koma uppá allar teir 340 skrásettu fjallatopparnar í Føroyum. Somu drívmegi leggi eg í politiska virksemið.

Harafturat leggi eg stóran dent á at lurta eftir ynskjum, dreymum og stúranum hjá borgarunum í kommununi. Tað hevur nógv at siga, at øll hava somu møguleikar at innrætta sær góða lívið, fáa endanar at røkka, trívast og hava gevandi innihald í gerandisdegnum. 


Í býráðsarbeiðinum haldi eg meg hava áhuga á øllum økjum. Tí allir lutir mugu hanga óloysiliga saman, skal samfelagið virka sum best. Tí ræður um at finna javnvág í øllum viðurskiftum. Og tí fari eg at virka fyri, verði eg aftur vald í býráðið sum umboð fyri borgarar okkara í Klaksvíkar kommunu.”

Vit fegnast um at Signhild stillar upp aftur, og gleða okkum til at arbeiða saman um at fáa ein sterkan lista C inn til at arbeiða fyri borgarar í Klaksvíkar Kommunu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…
- Tí leggi eg so nógv í!
Betri Trygging flytir í egin hølir