Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tann liberali Johan Dahl kann vísa seg at gerast ein snávingarsteinur, nú semja skal finnast um fíggjarlógina. Ósemjan er tó ikki um fíggjarlógina, men kann uppstanda, um andstøðan leggur eitt kontroversielt mál um javnseting av samkyndum foreldrum fram, meðan fíggjarlógaruppskotið koyrir

Bleytu og etisku málini verða knútarnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2020 - 21:17 Leiðarin Mentan Politikkur

Longu áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram, var Landsstýrið í mótvindi úti í almenninginum. Fyrst boðaði SAS frá, at tey góvust at flúgva uppá Føroya, lutvíst vegna eina avgerð hjá Landsstýrinum. Tað var sum so onki stórmál, men stutt aftaná reisti Bjarni Kárason Petersen ein fyrispurning á tingi, sum veruliga setti eld í, og fekk serliga Helga Abrahamsen at standa fyri skotum. Talan var um málið at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur. Røringurin, sum íkom, var helst størri enn nakar hevði væntað.

Kringvarpið tevjaði beinanvegin blóð, og vit fingu innsløg við eini grátandi mammu kliptari saman við Helga Abrahamsen í útvarpinum, og síðani eitt drúgvt interview í sjónvarpinum við fýra foreldur at samkyndum døtrum. Kenslurnar leikaðu veruliga í. Og fyri samgonguna gjørdist støðan ikki betri, tá fleiri samgongutingfólk, eins og baklandið hjá serliga Sambandsflokkinum gjørdi vart við, at tey ikki stóðu saman um Helga Abrahamsen.

Johan Dahl verður av mongum roknaður sum leysa kanónin í hesi samgonguni, í stil við tað, sum Kristin Michelsen var í farna valskeiði. Og bæði í málinum um SAS og í etiska málinum um javnseting av samkyndum fór hann út á Facebook og skrivaði dagføringar, ið gingu ímóti Landsstýrinum. Í málinum um javnseting fór hann so langt sum at skriva, at leggur andstøðan eitt mál fyri um tað, so atkvøðir hann fyri. Bill Justinussen viðmerkti ta dagføringina við at skriva, at so er ongin samgonga longur. Greið tala.

Men var samgongan í mótvindi tá, so var hon beinleiðis í ódnarveðri nakrar dagar eftir framløguna av fíggjarlógini. Í fyrstuni fegnaðust mong, eisini vit her á Norðlýsinum, um tær tiltrongdu samferðsluútbyggingarnar; tunlum Norður um Fjall, Fámjinstunlinum, eins og farleiðunum til Tjørnuvíkar og Vestmanna. Og havnarfólk og runavíkingar um hvør sín innkomuveg.

Men eftir at fólk høvdu fingið tíð at seta seg ordiliga inn í fíggjarlógina, tá brast á. Inngjaldið til Heilsutrygd dýrkar, samstundis sum tilskotini til heiligvág minka, og harvið verður alt dýrari fyri tann sjúka. Fólk í vardum størvum uppliva sum heild ein lønarniðurskurð, sum gamaní ikki er eins yvir alla linjuna, men ávirkaður av, hvussu nógv arbeiðsførið er skert. Barsilsskipanin er í dýrastu neyð og fer at kosta meira.

Heilsumálaráðharrin er sum vera man úti og verjir seg við, at arbeiðssloysisskipanin verður bíligari, men hetta er ”en sølle trøst”, skal man meta út frá aftursvarunum á sosialu miðlunum. So landsstýrismaðurin í heilsumálum roynir víðari at slætta sjógv við, at vendir okkurt púra skeivt, so er hann sinnaður at rætta tað aftur.

Tískil verður tað ein fíggjarlóg í mótvindi, ið verður viðgjørd í morgin. Tey hørðu virðini hava fingið sera høga raðfesting, meðan tað verða tey bleytu, sum koma at vera gordisku knútarnir, ið Kaj Leo Johannesen, Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen og løgmaður fara at fáa mest baks av og skulu standa til svars fyri. Og so er tað tann etiska bumban, sum andstøðan til eina og hvørja tíð undir fíggjarlógarviðgerðini kann kasta inn í samgonguna, og sum leysa kanónin í samgonguni hevur sagt seg ikki vilja vera við til at avfjúsa.

Fyrsta viðgerð av løgtingsfíggjarlógini verður klokkan 10 í morgin, týsdagin 6. oktober. Ein dagur, sum føroyingar minnast sum ein lagnudag – og sum eisini var ein týsdag í 1992.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…