Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Fuglark

Norðlýsið er hvørki í andstøðu ella samgongu – aftursvar til Archibald Black

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2020 - 10:00 Leiðarin Mentan Tíðindi

Í hvassorðari grein um “neyðtøku” av miðbýnum í Klaksvík leggur Archibald Black millum annað eftir Norðlýsinum fyri ikki at hava verið nóg nógv í andstøðu til borgarstjóran, býráðsmeirilutan og miðbýarætlanina. Archibald hevur annars fleiri skilagóð sjónarmið í greinini, men í partinum, ið viðvíkir leiklutinum hjá Norðlýsinum, eru nakrar illgitingar og onkrar misskiljingar, ið mugu rættast.

Lat tað fyrst vera sagt, at sjálvandi kundu vit altíð gjørt meira við at verið kritisk móti sitandi býráði, býráðsmeiriluta og borgarstjóra. Men okkara uppgáva er ikki bert at vera kritisk og í andstøðu, men eisini at lýsa støðurnar, sum tær eru, uttan sjálvi at fara inn og taka síðu í málinum. Tað kann kanska tykjast tannleyst onkuntíð, men okkara uppgáva er eisini at framleggja fakta fyri borgarunum og harvið “lata borgaran í”, t.v.s. gera borgaran føran fyri sjálva/n at taka støðu.

Norðlýsið hevur júst fyrireikað og tilrættalagt ein veljarafund saman vil valfeløgunum í sambandi við komandi býráðsvalið. Vegna íkomnu smittustøðuna verður talan um ein stroymdan valfund, tíverri ikki um ein lívligan borgarafund fyri fullsettum hølum, men ætlanin er sanniliga at fáa øll sjónarmið við kortini.

Sum blaðstjóri skilji eg væl, at onkur hevur illgruna til, at Skorheim og Lützen standa tætt sum eigarar av Norðlýsinum, men tað er altso ikki Jógvan Skorheim, men faðirin, Jóhannis Skorheim, ið eigur Norðlýsið saman við undirritaða. Og ongin í býráðnum, heldur ikki borgarstjórin, hevur nakrantíð gjørt sær dælt av, at pápi borgarstjóran er meðánari ella hevur roynt at brúkt tað til at ávirkað tíðindaflutningin.

Í míni tíð í býráðnum havi eg sjálvur verið við til at givið byggiloyvi til bæði Biskupsstøðgarðin og Húsarhaldsskúlan, sum nú skulu húsast í sama miðbýarumhvørvi. Minnist meg rætt tóku vit enntá økið frá aðrari spennandi verkætlan og lótu fólkunum handan Biskupsstøðgarðinum økið. Fakkunnleikin var inni og ráðgav táverandi býráði í hesum, og hava sagt gott fyri staðsetingunum av báðum verkætlanunum. Vit mugu kunna hava álit á hesi ráðgevingini.

Archibald Black hevur sjálvandi rætt til sína meining, men hann er heldur ikki ein óvildugur partur í hesum málinum. Vit eru øll sera stolt av verkætlanini við Biskupsstøðgarðinum, sum Archibald hevur verið primus motor fyri, men alt annað kann ikki víkja ella verða flutt vegna ta einstøku verkætlanina. Vit skulu hava ein livandi miðbý við einum hópatali av ymiskum og fjølbroyttum virksemi, og ein einstøk verkætlan má heldur ikki sleppa at styggja aðrar verkætlanir úr býarumhvørvinum innast á Vágni.

Archibald hevur sjálvandi rætt í, at Norðlýsið skal vera rødd norðoyinga og lata teir í til at kunna taka støðu til ymiskt í býráðnum. Men Norðlýsið kann ikki átaka sær at vera andstøða til býráðsmeirilutan – ta uppgávuna hava andstøðupolitikararnir í býráðnum sjálvir. Klaksvíkar býráð hevur tikið einmælt undir við Biskupsstøðverkætlanini síðan málið byrjaði, tó ikki á seinasta býráðsfundi tá ein atkvøða var ímóti og ein var blonk. Norðlýsið rapporterar, t.e. framleggur fakta í málinum, og vit eru noyddir at vera professionellir og skulu ansa eftir ikki at lita tíðindaflutningin við okkara egnu meiningum um tingini. Tað hepnast ikki altíð, men tað er idealið.

Tá tað er sagt, so hevur Norðlýsið sanniliga eisini kritiserað sitandi býráðsmeiriluta, tá tað hevur verið neyðugt, eisini viðvíkjandi miðbýnum. Til dømis hava vit havt greinir um hitaskipanina, rokið um kjallarahæddina á Biskupstorgi, eins og Bústaðir og teirra leiklut í økinum. Tað er tí ikki beint, at Norðlýsið stuðlar borgarstjóranum í øllum lutum. Men okkara uppgáva er fyrst og fremst at miðla, ikki at finnast at, hóast vit eisini gera tað, tá tað er neyðugt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar