Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Húsarhaldsskúlin kemur at liggja í sjálvum býarkjarnanum av Klaksvík, og tí er umráðandi, at hann fellur væl inn í umhvørvið har.

Býarumhvørvið skal vera fjølbroytt har trivnaður borgarans er í hásæti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 14:59 Mentan Tíðindi

- Ein fortreyt fyri ein vælvirkandi, livandi bý er, umframt eitt gott grannalag, at ungdómurin er sjónligur partur av býarmyndini, og ongin ivi er um, at staðsetingin av nýggja Húsarhaldsskúla Føroya við Føgruvík, saman við heimavirki og Nólsoyar Pálsgarðinum, samsvarar væl við ynskið um eitt fjølbroytt býarumhvørvi, har trivnaður borgarans er í hásæti, sigur Svend Sivertsen, arkitektur og stjóri hjá Fuglark.

Svend Sivertsen, sum í dag er stjóri í Fuglark og er ein av okkara leiðandi arkitektum, er púra sannførdur um, at tað er fult og heilt í tráð við góða býarplanlegging at staðseta ein skúla sum Húsarhaldsskúla Føroya í miðbýnum í Klaksvík.

Virksemi skúlans hóskar serliga væl til miðbýin

- Hesi seinastu árini hevur Klaksvíkar býráð arbeitt miðvíst við at fáa gongd á sjálva byggingina í miðbýnum, og arbeiðið byrjar nú at taka skap, eins og tað setur ein jaligan dám á miðbýin, at fleiri fólk nú búgva í økinum, staðfestir Svend Sivertsen.

- Klaksvíkar kommuna er tilvitað um, hvat virksemi kann gerast partur av miðbýnum. Húsarhaldskúli Føroya hevur, frá tí hann varð stovnaður, verið ein týðandi partur av virkseminum í Klaksvík, og hóast ótíðarhóskandi karmar avmarkaðu stødd skúlans, hevur ungdómur skúlans sett sín jaliga dám á býin.

- Hugskotið at fáa Húsarhaldskúlan, ið eisini er vistarskúli, inn í miðbýin, fekk góða undirtøku í býráðnum, tí virksemi skúlans hóskar serliga væl inn í umhvørvið við Føgruvík, har skúla- og skeiðsparturin saman við lestraríbúðunum gevur lív og virksemi stóran part av døgunum, eisini teir myrku vetrardagarnar.

Arkitektafakliga er tað ein skilagóð avgerð

- Klaksvík er ein vælvirkandi býur, har tað er umráðandi, at ymiskir aldursbólkar framhaldandi gerast virknir partar av býarmyndini. Vit meta tað vera á væl grundaðum arkitektfakligum støði, at Húsarhaldskúli Føroya verður staðsettur við Føgruvík; gjølligar kanningar av millum annað viðurkendu arkitektunum William H. Whyte og Jan Gehl vísa á, at har, sum fólk eru, koma fleiri fólk til.

- Eitt fjølbroytt tilboð og virksemi til ymiskar málbólkar í miðbýnum tryggjar, at fólk støðast í økinum. Tá fólk eru í økinum, er lív í – og tí er staðsetingin beinleiðis í tráð við fortreytirnar fyri einum livandi býarumhvørvi.

- Ein fortreyt fyri ein vælvirkandi, livandi bý er, umframt eitt gott grannalag, at ungdómurin er sjónligur partur av býarmyndini, og ongin ivi er um, at staðsetingin av nýggja Húsarhaldsskúla Føroya við Føgruvík, saman við heimavirki og Nólsoyar Pálsgarðinum, samsvarar væl við ynskið um eitt fjølbroytt býarumhvørvi, har trivnaður borgarans er í hásæti, upplýsir arkitekturin, sum við áhuga hevur fylgt gongdini í politiska arbeiðnum við at skapa ein livandi miðbý í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Lýsing